Sum eg kom inn í matstovuna og setti meg niður, segði mamma mín: “Also, hasin kjólin klæðir tær væl!” Eg takkaði fyri og merkti varman í barmi mínum – eg strálaði av gleði. Seinni á kvøldið møtti eg eini kvinnu umborð á Smyrli, sum aftur segði nøkur orð, ið fingu meg at strála.
Tá eg kom heim á kvøldið hugdi eg í speglið og gleddist um dagin og tey mongu blíðu orðini, ið eg hevði fingið á vegnum. Sum eg legði høvdið á koddan, kom eg í tankar um tvey vers:
Filip. 4:5 “Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!”
Sálm. 34:9
Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.
Við milda sinninum og vælgerðunum hjá øðrum, hevði eg smakkað hendan dagin og sæð, at Gud var góður! At Hann var nær. – Gud er altíð nær, eisini tá tað ikki kennist so. Vit kunnu altíð venda okkum til Hansara, altíð, eisini í okkara einssemi, gloym ikki tað. –
Men kanska vit í dag, kunnu fáa onkran annan at amakka og síggja, at Gud er góður. Hetta kann vera gjøgnum smáar, tilvildarligar vælgerðir, sum vit kunnu gera hvønn dag, fyri Harran. Tað noyðist ikki at kosta okkum nakað, men móttakarin, verður glaður í kanska fleiri tímar aftaná, og lovprísr Gudi fyri tað.
– Hvat fær teg at smíla?
– Hvat gleðir teg og vermir títt hjarta?
– Kanst tú gera tað fyri onkran annan í dag?
– Ella bara biðja fyri teimum í tínum huga heldur enn at ilskast inn á tey? Fyrigeva teimum í tínum hjarta yvir fyri Harranum?
Við tilvildarligum vælgerðum uppliva vit eina gevara gleði. Vit uppliva, hvussu Gud kann brúka okkum í tí smáa. Hvønn dag, júst her og júst nú.
Uppliva, at Harrin er nær.
Uppliva at blóma har, sum vit eru plantað
Hugskot
Skriva viðmerking