Warning: include_once(/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php) [function.include-once]: failed to open stream: No such file or directory in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100

Warning: include_once() [function.include]: Failed opening '/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php' for inclusion (include_path='.') in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100
EG VIL VERA EIN ÆLABOGI | Vakurleiki

 

 

Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Hevur tú sæð ælabogan fyri stuttum? Hevur tú hugsa um, hvussu stórur hann er, tá hann strekkir seg út yvir vøtn og ong. Gula, reyða og bláa strípan spæla sær og skapa fjølbroyttar litir millum sín. Eyguni vendast frá svarta asfaltinum upp ímóti himli. Høkurnar detta undan og eitt smíl kemur á varrarnar. 

 

Sum blonku eygu vendast móti boðanum, spennir hann seg út og ger sítt ítasta at vísa sínar litir. Litir, sum eru virkaðir við Skaparans hond. Áðrenn sirmi hasar av, rembir hann sær eina síðstu ferð og litirnir gerast sterkir og bjartir. Síðan hvørva teir. Ælabogin, hann er nakað heilt serligt. Eygleiðir tú hann við barnaeygum er hann størsta undri i einum gerandisdegi. Ístaðin fyri at forklára hann við tí lítla orðfeinginum børn hava, so tekna tey hann. Tey tekna ælabogan, blómur og fólk, sum gleðast um hesa serstøku sjón av ælaboganum.

 

Hyggur tú í alis- og evnafrøði bøkurnar, siga tær tær, hvussu sólarljósið speglar sær í regndropunum. Hetta speglið skapar óteljandi glitrandi litir, litfagrar stjørnur, ið skína. Sum eg undrist á hetta skaparaverkið, kann eg ikki annað enn takka Skaparanum fyri, hvussu stórur og genialur Hann er. Tá eg so harafturat hugsi um orð Guds, flýtur gleðin yvir. Tað minnir meg á, hvussu stóran kærleika Gud hevur til okkum. Hvussu sannorðaður Hann er, tá Hann gevur eitt lyfti. Tað er tað eg síggi, tá eg síggi ælabogans litir.


Ælabogin hugtekur meg so. Ein spegil, sum kastar aftur ljósið, ið Hann fær. Gævi ,at eg var ein slíkur ælabogi, at eg kundi móttikið ljós frá Gudi og kasta tað aftur og lýst við alskyns litum. Móttikið ljós úr Bíbliuni og kasta tað aftur í kærleika. Lýst við alskyns litum fyri menniskjum og fortalt teimum, hvat ælabogin veruliga hevur at siga. Nevniliga: “Jesus elskar teg!”🌈

 

#LívGiviðBertviðTrúgv #Ælabogin🌈#PatentUppáÆlabogan

Skriva viðmerking