Orðt. 31:30
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
 
Hásong. 1:15
“Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur! Eygu tíni eru dúvur.”
 
Kol. 3:16
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
 
1. Pæt. 3:3-4
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis… men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
 
Orðt. 16:31
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
 
Sálm. 33:3
syngið Honum nýggjan song, sláið streingirnar vakurt við fagnaðarrópi!
 
Præd. 3:11
Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
 
Filip. 4:8
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
 
Orðt. 1:8-9
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg! Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
 
Hásong. 2:14
Dúva mín… Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt.”
 
Es. 52:7
Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: “Gud tín er vorðin kongur!”
 
2. Pæt. 1:5-7
Leggið tykkum tí júst eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta, í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll!
 
Orðt. 31:25
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
 
Róm. 10:15
Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! – sum skrivað er: “Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!”
 
Sálm. 89:18
Tí Tú ert prýði styrki teirra, og við góðsku Tíni lyftir Tú horni okkara.
 
2. Tim. 1:7
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
 
Orðt. 3:21-22
– Sonur mín! Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur! So skulu tey vera sál tíni lív og hálsi tínum prýði.
 
Orðt. 17:6
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.
 
Orðt. 31:10
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
 
1. Pæt. 3:5
Soleiðis var tað jú eisini, hinar heiløgu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud…
Hey vakra - vakurleiki
Skriva viðmerking