Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

So nógvur ótti lagdur fram í kvøld. Meir enn eg áður havi hoyrt ella sæð… Men orð Gud sigurat hin fullkomni kærleikin, sum er Gud, rekur ÓTTAN ÚT. Tað er nevniliga hjá Gudi, at vit fáa bjarging, tryggleika og fullkomnan frið

 

1. Jóh. 4:15-18
Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds – í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi. Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara.
Gud er kærleiki…
Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava DIRVI dómadag…
Ótti er IKKI í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan ÚT. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.

 

Es. 12:2
Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!”

 

Sálm.23,4 
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

 

eingin ótti

Skriva viðmerking