Blóma har tú ert

Lær um vakurleikan í Bíbliuni, evangelinum, í talu, atburði - og í tær
BloggarVideo

Nethandilin

Vit hava ymiskar vørur, ið allar hava til endamáls at eggja tær at blóma har tú ert plantað – Vaksa í trúnni og tæna Gudi, har tú ert júst nú. Vit hava kalendarar í ymsum støddum, notesbøkur, taskur í ymsum litum, hárbond o.a. til allar kvinnur: mammuna, gentuna og ommuna.

So var kalendarin 2024 her!

https://www.vakurleiki.fo/product/veggja-kalendarin-2024/   https://www.vakurleiki.fo/product/hond-kalendari-2024/

Týsdagsvideo

Gjøgnum árini, síðan 2015, havi eg týsdagar lagt eitt Bíbilsk video ella podvarp út á Facebook og Youtube. Mong video liggja úti og fleiri eru um viðkomandi evnið, ið eru uppi at venda. So sum kyn, fosturtøka, hvat tað merkir at vera kristin, osv. Í hesum videounum kava vit í Bíbliuna og síggja vakurleikan í skriftini. Vit seta hetta í samband við okkara lív, soleiðis vit kunnu blóma, har Gud hevur sett okkum.

Um virksemi

Eg eiti Dina, og eg byrjaði virksemi á Vakurleiki í 2015. Endamálið var og er enn at skapa nettilfar ætlað at vera til uppbygging og eggjan fyri tann Kristna og vitnisburð til tann forvitna. 

Spurningar

Um tú hevur spurningar, hugskot ella bara ynskir at seta teg í samband við meg, so ert tú hjartaliga vælkomin til tað.

Podvarp

Til tíðir koma Podcast út m.a. á Spotify, iTunes og hinum miðlunum. Eisini vera tey løgd út á Youtube & Facebook. Tað góða við einum podcasti er, at tú kanst lurta nær sum helst og hvar sum helst: í bili, meðan tú ger mat osv.

Vitjan

Eg vitji til tíðir Bíbliubólkar, samkomur og ung og deili ein vitnisburð, tosi um eitt hvørt evni ella syngi ein sang.

Keyp & stuðla

Stuðla virkseminum á Vakurleiki.fo við at keypa okkara vørur ella við at geva.

Endamál

Málið er at blóma í trúnni

Ynski er at tú skalt gerast grundfest/ur í Skriftini og blóma í trúnni.

Filippibrævið pt.1

Nógv tilfar á Youtube og Facebook

Fleiri video og bloggar eru her á heimasíðuni, Facebook og Youtube. Tað er ein ætlan at stuðla tær í at vaksa í trúnni og fáa svar á spurningum. Hevur tú sæð videoini og bloggarnar?