SOUNDCLOUD:
Síðst í Prátið Podcast
1) BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? LIKAMLIGAR VENJINGAR // Prátiðpodcast #3
2) BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? MUNURIN Á YOGA OG KRISTNARI MEDITAIÓN? //Prátiðpodcast #4
BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? // Prátiðpodcast #3
Yoga er Hinduistisk hugsjón, ið sigur seg læra fólk sameina teirra sál við teirra “Hægstu, supreme sál”, og sameina teirra vilja við tann “kosmiska viljan”.
Yoga venjing er sett saman av trimum høvuðspørtum
- Tann fysiski/likamligi venjingar parturin
- Tann mentali meditatión ella umsett sálardjúphugsanar paturin.
- Og síðani parturin við munnligari messing ella “verbal chanting”.
Hesir tríggir partarnir verða knýttir saman og gera yoga til tað, ið tað er.
Lat okkum hugsa um hesar partar hvør sær.
1) Likamligar venjingar:
2) Meditatión/Sálardjúphugsan:
Hetta er triðji partur, og hesaferð fara vit at tosa um triðja partin, messan ell chantan. Hvussu kristindómur og yoga (hindisma) eru ólíka í hesum økinum.
Hesaferð í Prátið Podcast
3) Chanting/Messan:
Munnliga Chantanin ella messan í yoga hoyrir ikki heima hjá einum yvirgivnum Kristnum. Grundleggjandi messanin í yoga er orðið “Om”, ið skal vera hægsta eyðkenni ella manifestatióni av gud-tilviti í Hindusimuni. Ákallanin Om fyri at sissa seg er IKKI ein týdningarleys messan av nøkrum tilvildarligum stavilsum. Tað er ákallan á ein gud, ið ikki er veruligur. Ein avgudur. Aðrir átrúnaðir sum Hinduisma og Buddisma og Janisma læra hvíld og sissan gjøgnum messan, ella chanting.
Soleiðis er ikki fyri tey Kristnu. Vit messa ikki navnið Jesus, tí navnið Jesus Kristus er ikki ein sonevnd “mantra”. Mantra mekir eitt heilagt orð sum guddómsbirting í indiskum átrúna. Vit fáa ikki fyrigeving og frælsi frá synd einans við at endurtaka Faðir Vár 10 ferðir. Sannleikin er, at Jesus legði áherðslu á, at vit skuldu ikki taka upp meiningsleysar bønir, tvs. messa (Matt.6:7-8). Hví? Jú, tí okkara Himmalsi Faðir er ein livandi Faðir, og tað er óhugsandi at vit kunnu samskifta við okkara Pápa í Himli gjøgnum endurtakandi messur ella chantur. Vit eru í frælsi frá øllum ótta, og vit liva í hesi vissuni og trygleikanum, at Gud elskar okkum. Hann sum vit enntá sleppa at kalla okkara persónliga Pápa. (Róm.8:15-16)
Hvussu so við bólka/almennum Yoga tímum?
Eg velji ikki at luttaka í bólk/almennum Yoga fyri bólkar av hesum orðsøkunum.
1) Hesir tímarnir vera ofta leiddir av Yoga lærarum, ið hava verið djyptri í Yoga, og taka undir við tí undirliggjandi yoga filosofi’ini ella lívsáskoðani – at leita eftir at sameina teirra heilu veru við kosmiska (alheims) viljan. So við at luttaka í teirra venjingum, so fer hetta at leiða meg á ein veg, ið er tvørtur ímóti Jesusar vilja og vegi.
2) Eitt annað eg hugsi um er mín vitnisburður sum trúgvandi. Har eru fleiri Kristin, ið onga vitan hava um sambandið millum yoga og Hinduismu, og sum eg kann vera til fall fyri, um eg luttók í Yoga tímum. So eg vil gjarna verða eitt fyridømi fyri tey, og ikki luttaka. 1.Kor.8:9 sigur:
Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt!
So tá tað er sagt, so skal eg nevna at eg livi ikki í ótta.
Sum sagt, so fordømi eg ikki likamligar strekkingar venjingar, ið hava bindilsi við yoga. Eg havi frælsi at brúka venjingar til mín egna privata fyrimun, uttan ótta fyri at tað skal hava demoniska ella neiliga andliga ávirkan á mítt lív.
At enda so síggi eg meginregluna í 1.Korint 8, har Paulus tosar við tvey ymiskt sløg av fólki. Ein parturin helt at tað var synd at eta kjøt, ið var offra til avgudar, ímeðan hini høvdu ongan trupulleika við tí. Tað er skilligt, hvussu andstyggiligt og syndafult tað hevur verið fyri tey, ið áður høvdu ofra kjøt til avhugdar, at eta slíkt kjøt. Hóast Paulus sjálvur ikki hevur trupulleika við at eta mat, ið er ofraður til Róm.14:14. Fyri meg, er frælsi, at hava annaðleiðis og enntá mótstandandi hugskjót, er mín vegleiðing, hvussu eg hugsi um Kristindóm og yoga.
At enda, so mugu vit søkja vilja Guds og leiðslu Heilaga Andans gjøgnum Bíbliuna í øllum, soleiðis vit við friði og góðari samvitsku kunnu gera tað, ið vit gera. (Róm.8:6). Latið frið Kristusar ráða í hjørtum tykkara. (Kol.3:15)
Kelda: https://cfcindia.com/article/yoga-and-the-christian
YOUTUBE:
FACEBOOK:
NÆSTU FERÐ:
Munur á Bíbilskari og eysturlendskari meditatión // Prátiðpodcast #5
(https://youtu.be/MpdtnLHDViQ)