Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Hvat er títt yndis fýrverk? Sum eg hugdi uppá himmalin í nátt eftir øllum fýrverkinum, undraði hesin spurningurin meg. Hvørt flottari enn annað, men fá fingu eina wauw-kenslu, at birtast í barmi mínum. Við eitt hoyrdi eg eitt súsandi ljóð og ein smádrongur rópti: “Ein neyðrakett!” Eg minnist einaferð, tá eg fann ein fallskerm frá eini neyðrakett sum barn. Tað kendist av sonnum, sum eg hevði vunnið í lottu.
Neyðrakett

Har var hon, neyðrakettin, so bjørt, so yndislig. So einføld, friðarlig og ósjálvsøkin. Í kulda, heglingi og vindi sveimaði hon still eftir stjørnuhimlinum. Sum hon ferðist eftir luftini gav hon myrku, ráu fjøllunum reyðan dám. Ja, spurningurin varð svaraður. Hetta var mítt yndisfýrverk. Sum eg eygleiddi hana undraði tað meg, at tað vakrasta var ikki hon sjálv, men hvussu hon lýsti upp alt kring hana og gav tí dám. Ein neyðrakett. Ja, víst var hendan ikki bert skapt til undirhald í einum eygnabragdi, men til hjálp í neyð.

Neyðrakett hjálp í neyð

Jesus segði: “Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!” (Matt.5,14-16)

.

Heldur tú nakar hevði tendrað eina neyðrakett á nýttárinum til at goyma, so eingin kann síggja hana? Nei, víst senda vit hana so høgt upp, so hon kann lýsa. Soleiðis, at øll kunnu síggja hana og njóta ljósið og dámin hon hevur at geva.

 

Okkara lív, sum trúgvandi er sum eitt ljós. Hetta ljósið kann lýsa so bjart, sum ein neyðrakett. Jesus ynskir, at vit skulu lýsa upp kring okkum, vera til signing og geva dám. Jesus ynskir, at vit skulu lýsa á Hann.

Hann ynskir, at vit skulu vera hjálp í neyð og lýsa á Jesus Frelsaran, og verk Hansara á Golgata.

Skín á Jesus

Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.(2.Kor.4,6)

hava vit í leiríløtum

“Gud, ger meg til eitt lítið ljós um lívsins stutta skeið; sum hjálpir teim á rætta kós, ið viltust burt av leið.” – Mikkjal á Ryggi

Ljós

Tykkum verður ynskt eitt av Harranum signa nýggjár!

 

Skriva viðmerking