Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Visti tú?… At Gud hevur skapt vreiði sum eina kenslu, líka so væl sum kenslurnar: kærleiki, sorg, og gleði? 

 

Vreiði kann verða nakað gott, tí tað kann forða nøkrum óndum, skeivum ella órættvísum at henda. Tí hevur Gud skapt vreiði.

 

So næstu ferð tú verður illur, so er tað upp til tín, hvat tú gert við tína vreiði, og um tú letur Gud sleppa framat og brúka hesa kensluna til nakað jaligt.

 

Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara – (Efes. 4:26)

 

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: “Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.” (Róm. 12:19)

 

Skriva viðmerking