AT VERA TRÚGVANDI, HAVA ÁHUGA FYRI VÍSUND OG TOSA VIÐ ATEISTAR // #Prógv pt.1

 

Líka síðan eg gekk í fólkaskúla hava næmingar og mínir egnu lærarar undrast á, hví eg var trúgvandi. Eg eri vaksin upp í einum trúgvandi heimi, sum ikki hevur verið bangi fyri vísund, men hevur uppmuntra meg at granska, studera vísund saman við Bíbliuni! Fantstiskt! Í vísund havi eg mangan fordjúpa meg og undrast. Undranin hevur ført til, at mín mynd av stórleika Guds er vorðin meira undurfull.

Eg havi kjakast og tosa nógv við ateistar og aðrar skeptikarar, sum eg havi møtt í skúla, til arbeiðis, í bussum, flogfarum og handlum. Føroyingar og útlendingar. Samtalurnar kunnu byrja sera stuttligar og óvanligar. Eg var einaferð í einum flogfari, og tá spurdi eg síðumannin hvat hagar hann fór. Aftaná eina løtu fóru vit at tosa um áhugamál og útbúgvingar. Eg deildi at eg var lærari, kristin og hevði stóran áhuga fyri vísund. Hann fortaldi at hann var agnostikari, maskinmeistari og hevði stóran áhuga fyri vísund. So spennandi, hugveikjuni og gevandi samtala. Aftaná flogtúrin sum var 8 tímar fóru vit hvør til sítt, og eg gav honum eina bók hjá Lennox ,og hann gav mær sín email. – Men hví var hendan samtalan so spennadi? So hugveikjandi fyri okkum bæði? Hví endaði samtalan ikki køld í einum hørðum kjaki?

Eg kenni tað so mangan, at eg havi so nógv til felags við hesar ateistar og skeptikarar, tí í mum til kristin, so ræðast teir ikki vísund. Teir hava ein eldhuga fyri vísund, og hetta bindur okkum saman. Vit kunnu práta um kyknur, uppbygna, sólskipanina og deila okkara brennandi áhuga fyri vísund. So leingi vit undrast á vísund, lýsa eyguni á báðum pørtum – vit undrast á allar torgreiddu skipanirnar

Eitt sum eg eisini royni er at lurta og samla mær vitan, tá eg tosi við fólk, sum hava studera nøkur ting betur enn eg. Samtíðis kann eg deila tey tingini, ið eg havi granska betur enn tey. Eg látist ikki at vita nakað eg ikki veit, og eri sikkur í teimum tingunum eg havi granska og veit. Alt hetta skapar ein áhugaverda samtalu. Eitt eg geri mær ómak í er at lurta væl, tá tey bera teirra sannføringar fram. Samtalan kann t.d. ganga soleiðis:

“Evulotiónin er so væl prógva…”

“Tað ljóðar sera áhugavert, fortel mær meira um tað.” (Í meðan eg lurti royni eg at minnast til, at sannleikin er sterkur nokk at vera testaður, og Gud mín er mentur at geva mær tey røttu svarini, Honum til dýrd. Tvs. endamálið við samtaluni er ikki at mótprógva teirra meiningar ella prógva meg, men vónandi at kunna spakuliga opna eygu teirra fyri Gudi.”

Tá tey hava deild teirra áhugamál, royni eg at spyrja leiðandi spurningar. Hvussu ber tað til, at alt er komið úr ongum.? Áhugavert, at alt er so fantstiskt skipa, hví man vera so? Heldur tú, at tað er pláss fyri einum Gudi, at byrja alt ella, ella ikki?

Sum tú leggur merki til, fari eg ofta inni inn á at diskutera evulutión ella heimsáskoðan, eg seti einfalt leiðandi spurningar, sum eg sjálv eisini kann vera við at svara, um tey spyrja hvat eg haldi og hví.

Vanliga eru tey ógvuliga áhuga í at hoyra mínar meiningar og tað eg havi granskað. Hvussu eg elski vísund og haldi, at har er altíð pláss fyri Gudi í vísund og pláss fyri Jesusi í søgu. Tey undrast á, at mín trúgv ikki er blind trúgv, men ein vís og vælgrundað trúgv.

Eg plagi at siga teimum, at mær dámar at bjóða Gudi av. At bjóða Bíbliuni av, tí hon sigur seg vera sannleiki. Tað sum er satt, sannleikin, kann testast og má standa seg um hann skal vera veruligur sannleiki, so tað geri. Eg testi Bíbliuna søguliga og vísundaliga, og hetta styrki mína sannførðing. Fyri meg hevur tað alt at siga, at eg ikki eri dumm og trúgvi blint, men at tað er haldført.

Eisini deili, at eg havi m.a. lisið koranina og kanna hvussu nógv hon søguliga víkir frá Bíbilsku og jødisku søguligu prógvunum. Við øðrum er Koranin ósonn søguliga, í meðan Bíblian er sonn søguliga.

 

Tá eg sleppi at hava hesi prát, er tað stuttligasta at síggja teirra reaktión, teirra áhuga.

 

Tí hugsaði á hesi kanalini at fara at tosa um nøkur prógv, sum prógva Jesus og Bíbliuna. Fyrst fari eg at byrja við at viðgera nøkur søgulig prógv um, at Jesus livdi.

 

So gleði tykkum til næstu ferð og sigið øðrum frá, vinum, kenningum, floksfeløgum og lærarum. Eg vóni at tit lurta við og fara at granska í hesum meira sjálvi! <3 

 

Um tit dámdu hetta videoið minnist til at gera ein brest á handan like’ knøttin. Fyri síggja fleiri video minnist til at subscribe’a á Youtube og fylgja mær á Facebook, Instagram, Tiktok og Snapchat. Eisini havi eg ein persónligan Instagram og Facebook vanga, sum tit eru vælkomin at fylgja.

Minnist til at viðmerkja nirði undir her. Hvat eru tykkara royndir við at tosa við fólk sum hava eina aðra meining ella annan átrúna. Eg hevði verið glað at hoyrt tykkara upplivingar, tankar og spurningar, og sæð samtalurnar millum tykkum hyggjarar her á sosialu miðlunum. So ikki bara hyggja, men tak intiativ, ver aktivur, sig tína hugsjón her. Tær eru altíð vælkomnar.

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3