Vers frá Bjørg D. Djurhuus: Biðið-ætlan

Giveaway: https://gleam.io/emxr5/vakurleikifo-bbliu-giveaway

 


Vilt tú vita, hvussu tú kanst vinna eina av hesum Bíbliunum og taskunum, so hygg við til endan á videoinum.

Hey Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag er evnið at læra vers uttanat 📖. 🙂 

Um tit hugsa síðst aftur nær tit læru tykkum eitt skriftstað ella vers uttanat, so var tað allarhelst, tá tit gingu í sunnudagsskúla ella vóru á onkrari legu.

Men vita tit hvat? Eg skal fortelja tykkum eina hemmiligheit: “Øll kunnu læra vers uttanat” (teskar). Ha? Ja! Øll menniskju kunnu læra vers uttanat. Ikki bara børn. Eisini um tú ert 60 ár ella eldri enn tað. Øll kunnu læra vers uttanat. Men tað eru nøkur ting, sum skulu til, fyri at læra okkurt uttanat. Tað verið skriftstøð, mál, skúlating ella whatever.

Tað at bara nøkur kunnu læra vers uttanat er lygn. Øll kunnu læra vers uttanat, tað bara ein spurningur um áhuga og at verða kreativur í innlæringini. Men áðrenn vit fara at tosa um, hvussu vit kunnu læra vers uttanat, so fara spyrja hví, skulu vit læra vers uttanat?

 

Hví læra vers uttanat?

  1. At læra seg vers uttanat, er ein góð invistering fyri hesa tíðina og ævinleikan. Alt tað tú lærir teg í Bíbliuni, her á jørðini, fært tú við tær til Himmals. Tað nevniliga, tað einasta vit fáa við okkum av jørðini, so tað vert at investera ella gera íløgu í. Tað stendur nevniliga, at: “Orð Harrans verður í allar ævir.” (1.Pæt.1:25)
  2. At læra seg vers uttanat, er ein góð hjálp hjá hinum trúgvandi. Tað stendur: “Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.” (Sálm.119:11). Minnist tú, hvussu Jesus vann á freistingum Satans í oyðimørkini? Jú, hann citeraði vers í Bíbliuni (Matt.4:4,7,10). Satan flýggjar, tá vit brúka svørð Andans, Bíbliuna, ímóti honum. Hugsa tær, tá keðiligir ella skeivir tankar ella lygnir koma í títt høvd, ella onkur sigur tað við teg, so hevur tú vers “mini vápn” í lummanum at vinna á hesum tonkunum.
  3. At læra seg vers uttanat er sum at læra seg góð ráð og leiðbeiningar uttanat.  Tað er hetta Dávid meinar við, tá hann sigur: “Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.” (Sálm.119:105). Ein lampa ella lummalykt vísir okkum, hvat vit skulu stíga næstu ferð. Tað er júst tað, sum Bíblian ger fyri hin trúgvandi, tá hin trúgvandi goymir hana í minni og hjarta sínum. (5.Mós. 6:6)
  4. At læra seg vers uttanat er ein ótrúliga góð hjálp til at leiða onnur til Jesus. Tá vit skulu leiða onnur til Jesus, so eru tað ikki okkara orð, sum hava týdning. Men Bíblian, sum er orð Guds livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð (Hebr.4,12). Hevur tú nøkur vers at vísa ófrelstur, tá tú vitnar fyri teimum um Jesus?
  5. At læra seg vers uttanat er ein góð troyst (Róm.15:4). Vit kunnu koma í ymiskar umstøður, har vit kanska ikki kunnu lesa Bíbliuni. Kanska tá vit eru í eini samtalu í skúlanum ella bara eru úti og ikki hava eina Bíbliu hjá okkum. Men duga vit tá nøkur vers, nøkur lyfti, uttanat, so kunnu tey vera okkum ein góð áminning, troyst og hjálp eina og hvørja tíð. 24/7.

 

Hvussu læra vit vers uttanat?

Ynskir tú at læra teg vers uttanat, men heldur tað vera torført, so sig tað við Gud og bið fyri tí. Sig við Hann, at tú ynskir at læra teg vers uttanat fyri at tilbiðja Gud, og so tað eisini kann vera ein hjálp og eitt gott amboð (Sálm.37,4).

Áðrenn vit fara at hugsa um hvussu, so set tær fyri at seta tíð av dagliga til at læra teg vers uttanat. Og vel eitt vers, sum tú ynskir at læra teg uttanat.

  • Kanska versini (Jóh.3:16; 1.Jóh.4:9-10; Rómbr.5:1Rómbr.10:9-10). 
  • Vel eina umseting, sum tú skilir og sum tú kanst brúka. Men lær teg eitt vers í senn og tak síðani nøkur afturat, so hvørt, sum tú lærir teg tey.
  • Tað ber enntá til at læra seg kapitlar uttanat sum t.d. Sálm 23; Esaias 53; Jóhannes 1; Jóhannes 17; 1.Kor.13; Hebr.1 og Hebr.11. 
  • Tað ber eisini til at læra seg bøkur uttanat. Eg veit um fleiri trúgvandi, serliga forfylgd, sum hava lært seg kapitlar og bøkur uttanat, og hava brúkt tey til at evangelisera fyri øðrum menniskjum í fongslum. 
  • Men fyrst, byrja við einum versið. Eitt í senn. Tað er eingin lættur ella skjótur máti at læra seg vers uttanat. Men mist til, at alt arbeiði er tað vert. Her eru nøkur góð hugskot, sum kunnu hjálpa.

Fyrst, tað tú lærir seg at minnast uttanat, mást tú gera tað viðkomandi, áhugavert og persónligt fyri teg. Vit læra betur og skjótari ting, sum eru áhugaverd fyri okkum. Ting, sum vit halda eru interesant. Vit læra best, tá vit eru glað, avslappað og forvitin. Vit læra klædnamerkir, útlendsk mál, nøvn á fótbóltsleikarum ella at gera slím, tí vit halda tað vera spennandi, og tí vit halda, at vit hava brúk fyri tí. Her eru nøkur hugskot, sum tú kanst gera:

  1. Skil boðskapin í versinum. Her eru fýra punkt fyri at skilja boðskapin í versinum: les versið væl. Orð fyri orð.
    • Trý orð: Skil, hvat versið sigur við trimum orðum.
      • Taka vit Jóh.3,16 sum dømi. So kunnu vit siga, at tey trý orðini eru “Gud elskar menniskja” ella “Gud ger útveg”.
    • Samanhangur: At hugsa um samanhangin, sum versið stendur í (kontekstin), og hví hetta versið verður nevnt.
      • Í Jóh.3,16, so vita vit at søgan snýr seg um, at Jesus fortelur einum religiøsum, klókum manni, at eisini hann má blíva frelstur frá síni synd, fyri at koma til Himmals. Og tað blívur hann bara við at trúgva á Jesus, Guds Son.
    • Gud og menniskja: Hugsa um, hvat versið sigur um Gud, og hugsa um hvat versið sigur um menniskjað.
      • Í Jóh.3,16, síggja vit at menniskja er fortapt í síni synd. Og vit síggja, at Gud elskar menniskjuna so nógv, at Hann ynskir at bjarga henni. Tað ger við at senda Jesus.
    • Eg: Havi eg ella eri í somu støðu. Hvussu er hetta versið ein áminning, troyst ella uppbygging fyri meg persónliga?
      • Í Jóh.3,16 lesa vit, at hvør tann sum trýr verður frelstur. Hvør tann, tað vil siga, eisini eg. So eg siga, “tí so elskaði Gud Dinu, at Hann gav Son Sín hin einborna fyri at Dina, sum trýr á Hann ikki skal fortapast, men hava ævigt lív.” Hetta er ein góð áminning, tá eg ivist, um eg eri frelst. So kann siga, men trúgvi eg? Ja, eg trúgvi at Jesus doyði fyri mínar syndir, og eg havi biðið Jesus koma inn í mítt lív. So veit, at eg eri frelst, tí tað sigur versið. 
  2. Brúka versið: Fyri at minnast vers, so mugu vit brúka tey og síggja ofta, soleiðis at vit ikki gloyma teg. Nógv av okkum duga Jóh.3,16 uttanat, tí vit síggja versið ofta innramma, og tað verður ofta lisið uppá møtum. Og vit kunnu fortelja og forklára øðrum versið, tí vit skilja tað. Tí minnast vit tað. Um vit skulu læra nýggj vers, og fleiri vers, so vera noydd at brúka tað, síggja og hoyra ofta.
  3. Aðrir mátar: Aðrir mátar at læra uppá er at vera kreativur. Í mynda tær eina stuttliga ímynd av versinum. Rappa versið, ella knýt teknmál ella tekn at versinum. Tú kanst eisini tekna versið og syngja tað í brúsini.  Taka vit Jóh.3,16 sum dømi:
    • Ímynda tær versið: Eitt sum riggar væl er ímynd. Fyristilla tær myndir og hendingar úr versinum. Ímynda tær lukt, litir og brúka sansirnar. Jesus gav faktiskt eina góða ímynd av hesum versinum. Hann fortaldi eina søgu úr Gamla Testamenti. Eg fari at hugsa um eina mynd sum líkist. Eg hugsi, at syndin er ein stór reyð, ónd, vemmulig, sterk slanga, sum hevur bitið øll menniskjuni. Menniskjuni, tey eru eitra og hava svartar plettir á sær, tey blíva ússalig og eru við at doyggja. Men Gud elskar menniskjuni og vil gera tey frísk frá eitrinum, so tey ikki doyggja. So Gud, Hann ger eitt medesin. Hann letur Jesus doyggja á einum stórum, ræðuligum, trækrossi, soleiðis, at tey sum vilja, kunnu fáa medesini og blíva frísk. Medesinið er blóð Jesusar. Tey sum biðja Gud um hjálp í trúgv fáa hetta medesini og blíva frísk. Hetta kann vera ímynd.
    • Sig versið hart ella rappa tað: Heimin Gud elskaði so, at Hann gav tey boð, at tann sum tekur ímót, fær fullkomiliga sálarbót
    • Ger tekn til versið: “Tí so elskaði Gud heimin, at hvør tann sum trýr skal ikki fortapast, men fær ævigt lív.”
    • Tekna versið: Eg fekk hesa vøkru myndina sendandi frá einari gentu, sum eitur Silvia. Hon hevur tekna versið, og eg haldi hettar er ein mega góður máti at skilja og minnast eitt vers væl.
    • Syng versið: “Gud heimin elskaði so Hann gav sín eina Son…”
    • “Flash cards” við versinum: Ger smá kort, sum tú kanst blaða ígjøgnum og hava við tær í taskuni, í bussinum, bátinum, bilinum og læra teg uttanat, tá tú bíðar, stendur í kø ella bara situr heima og slappar av í sofuni. Skriva versið einumegin og skriftstaðið hinumegin. Tú lærir best við sjálvur at skriva tey. Eisini ber til at hanga kort upp á vesinum, við spegli ella aðra staðni har tú brúkar nógva tíð. Mammur, kunnu t.d. hanga vers framman fyri vaskimaskinuni ella við komfýrinum, og siga versini ímeðan tær rudda ella røra sós.
    • Lær versið við familju og vinum: Um fleiri í tíni familju eru trúgvandi, so kunnu tit læra versini saman ígjøgnum eina viku ella ein mánað við nátturða borðið. Ella um tit eru tveir ella fleiri vinir, sum eru trúgvandi, so kunnu tit seta tykkum fyri at læra tykkum versini saman. Og siga tey, tá tit møtast.

Tað sigst, at vit minnast 10% av tí vit lesa, 20% av tí vit hoyra, 30% av tí vit síggja, 50% av tí vit hoyra og síggja, 70% av tí vit tosa við onnur um, 80% av tí vit gera ella uppliva, 90% av tí vit læra onnur. Hesi % eru ikki 100% eftirfarandi, men tey eru áhugaverd at hugsa um, tá vit læra okkum vers uttanat.

Ja, har vóru fleiri mátar, og um tit hava fleiri hugskot, sum hava rigga fyri tykkum, so eru tit vælkomin at deila tey niðri undir í viðmerkingunum.

Øll kunnu læra vers uttanat, tað er bara ein spurningur um, “Ynski eg at læra vers uttanat?

Minnist til, at tá vit duga vers uttanat, so er umráðandi at minna okkum á tey aftur og brúka tey, so vit blíva við at minnast tey. Meiri tú gert brúk av at læra teg uttanat, lættari gerst tað.

Hugsa tær um tú lærir teg eitt nýtt skriftstað um mánaðin, so kemur tú at duga 12 nýggj vers um árið. Ella eitt nýtt vers um vikuna, so kemur tú at duga 52 nýggj vers um árið.  Um dagin, 356 vers.

MEN minst til, tað er betur at duga eitt uttanat, enn at royna at læra seg fleiri í senn og gevast.

Minst til, at alt hetta, sum eg havi tosað um ikki kann vera ein hjálp, um tú ikki roynir tað. SO hugsa nú um eitt vers, og set tær fyri at læra tað uttanat.

Hesa vikuna læri eg meg eitt brot úr einum versið. Tað er sindur óvanligt, men ein sera góð troyst fyri meg sum eina trúgvandi, ógifta gentu, sum ynskir at æra Gud við mínum lívi (2.kor.7,34b).

 

Her eru nøkur vers, sum tit hava sent inn, sum eg hugsi tit kunnu fáa íblástur av og síggja onnur dáma somu vers sum tit. Eg fari at lesa nøkur av versunum hesaferð og nøkur næstuferð. Annars um tit hava vers ella eina heilsan, so eru tit vælkomin at senda tey inn við #VakFam (Vakurleiki Familja) ella bara siga frá, og so vísi eg tey í komandi videonum undir tykkara nøvnum.

Og ein segði, at um øll Bíblian kundi vera hennara yndis, so var tað hennara yndis vers.

Her eru eisini fleiri vers, sum Bjørg D. Djurhuus hevur sett so flott upp til upphang. Trýstið á linkið niðri undir videonum og fari inn á heimasíðuna, og so kunnu tit printa tykkara egna út. Her: Biðið-ætlan

So eg havi hug at spyrja tykkum, hvørji tykkara yndis vers eru og hvørji vers tit ætla at læra tykkum uttanat hesa vikuna? Komminteri niðri undir.

 

Eg síggi eisini at fleiri av tykkum brúka enskar bíbliur og umsetingar, og tað er faktiskt eitt sindur kuul, vit fara nevniliga at burturluta 5 enskar bíbliur og við 5 taskum. Fleiri av tykkum hava nevniliga spurt, nær eg fari at gera eitt Giveaway aftur, og eg havi ynskt at gjørt eitt, men eg havi ikki havt nakað at burturluta. Í vikuni fekk eg eina gávu við enskum Bíblium til hetta endamálið at burturluta til tykkum hyggjarar. So eg eri ómetaliga takksom og spent.  Og hesaferð fara vit at luta burtur nakrar av teimum. Tað tú skalt gera er at like’a videoið, trýsta á linkið niðri undir í descibtion box, har tit verða biðin um at subscribe’a ella abonnera til mína kanal, so ert tú við í kappingini. 

Tit eru eisini vælkomin at deila videoið og siga øðrum vinum frá hesari kappingini og bjóði teimum við.

 

Takk fyri í dag.

Skriva viðmerking