Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Ikki so mong video eru komin út í síðstuni. Orsøkin er tann, at eg eri farin undir at umseta heimasíðuna og videoini til enskt. Ætlanin er at gera heimasíðuna tvímælta.

Nú er tað soleiðis statt við føroyskum, at alt má gerast við hond – manuelt – ið kann vera ógvuliga  tíðarkrevjandi. 

Tó hugsi eg, at hetta er sera spennandi og kann skapa fleiri møguleikar nú fleiri enskt talandi tilflytarar og ferðafólk eru í Føroyum.

Umframt hetta so hugsi eg um trúboðara børn og hjún, har enskt kann stuðla teimum í, at skilja føroyska málið betur.

Eisini hugsi eg um vinir og familju í útlandinum, ið hvørki tosa ella skilja føroyskt.

 

Mín bøn er, at Harrin má leiða og signa verkið og geva vísdóm.

 

Forbøn er altíð besti stuðul í hesum verkinum. Biðið fyri, at Harrin má geva Sín vísdóm, kraft og neyðuga stuðul.

 

Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu. – Sálm.127,1

 

Um tit hava spurningar ella hugskot, vinaliga sendið mær eini boð her

 

Dugir tú enskt

Dugir tú enskt? – Ja so er hetta kanska nakað fyri teg

 

Skriva viðmerking