Eg brúkti hesa Bíbliu-notesbókina á morgunmøtinum í morgun, og tað hjálpti mær so væl at hugsavna meg, og fáa skrivað nøkur ting niður.
Tá eg noteri, so krutli eg ofta og skundi mær. Við avmarkaðum kassum, so kundi eg hugsa meg sindur betur um, hvat eg vildi skriva og eisini seta mær sjálvari nakrar spurningar. 😃 Niðast valdi eg at skriva eina lítla bøn út frá spurningunum.

Babba, Jens, tosaði í morgun um Rómbrævið kapitul 13. Hann minti okkum á, hvussu vit eiga at biðja og lesa. Eisini, at vit eiga at lata tað, sum vit lesa og biðja fyri, ávirka okkara atburð og lív. Eg kundi spyrja meg sjálva m.a.

  • Seti eg tíð av til at lesa, biðja og fylla meg við orðinum?
  • Livi eg eftir tí eg lesi og tí, sum stendur í Bíbliuni?
  • Livi eg eitt lív, har eg vænti Harran Jesus?

 

Hesin seinasti spurningurin hugtók meg nógv. Beint nú, so eri eg við barn og eg vænti at barnið kemur í nærmastu framtíð. Av tí at eg vænti tað, so ávirkar hetta mín gerandisdag. Eg lesi um føðing og børn, eti góðan mat, gangi túrar og geri heimið klárt til tað lítla kemur. Ja, tað sæst eisini á likaminum og gongulagnum at tað styttist, til tað lítla kemur.

Men um eg vænti Harran Jesus, at Hann kemur skjótt, so eigur hetta eisini at ávirka mín gerandisdag. Hugsa tær, um tað sást líka væl á okkara “lívsins gongulagi”, at vit væntaðu Harran Jesus, sum barnakonurnar. Hetta er bæði stuttligt og undrunarvert at hugsa um.

Vænti eg Jesus, so eigur tráðan mín at vera at fylla meg við orðinum, Bíbliuni. Vænti eg Jesus, so ynski eg at fylgja Honum í tí lítla hvønn dag. Vænti eg Jesus, so ynski eg at vísa øðrum menniskjum á Hann gjøgnum kærleika, tænastu, hvussu eg beri meg at og tosi.

Hetta var ein rannsakandi spurningir at hugsa um, tí eg ynski at liva eitt lív, har tað tíðiliga sæst, at eg vænti Harran Jesus, líka so væl sum eg vænti mær eitt lítið barn. Hetta er mín bøn í dag, at Jesus má sleppa at fylla meira og meira, so tað tíðiliga sæst at eg vænti Harran Jesus.

– “Mín sál, hon væntar Harran Jesus,
eins og vaktarmaður vónar morgunin;
tíðarteknið sýnir greitt, at Jesus kemur,
eins og eysturroði boðar morgunin.” –

 

Skriva viðmerking