“Góðan morgun!” Ljóðaði tað, sum eg lat køkshurðina upp. Eg var ikki heilt vaknað og møgin tyngdi ryggin. Eg gløddi, at myrkinum uttanfyri vindeygað. Enn ein myrkur morgun, og eg leit aftur á gjárdagin.

 

Ein tungur gjárdagur var farin aftur um bak, men onkursvegna, hekk hann sum ein tung byrða á rygginum. Eg var so niðurtyngd av øllum, ið gekk galið í gjár. At eg hevði tosað soleiðis, og hvussu eg hevði borið meg at. Eg visti, at hetta var ikki rætt. At hugsa um hetta, gjørdu fetini inn í køkin enn tyngri. Eg hevði bestan hug bara at leggja meg aftur í songina og goyma meg – hví skuldi hesin dagurin verið øðrvísi?

 

Sum eg hugdi upp, var møtt við einum stórum smíli og nøkrum mildum eygum, ið høvdu samkenslu við mær. Maðurin, sum hevði sagt góðan morgun, var Jesus. Hann legði hondina á herðar mínar og segði: “Eg síggi, hvat tað er, sum tyngir teg. Men hygg her, her er ein koppur. Hesin koppurin er uppá mína rokning.”

 

Eg tók um flógva koppin, sum hitaði mínar lamnu hendur. Eg fekk mær ein slurk, og hetta vermdi hjarta mítt og kroppin. Ryggurin yngdist upp og byrðan fall av. Dagurin hevði fingið eina nýggja byrjan. Koppurin hevði hug at flóta yvir. Ja, meira eg drakk, meira fyltist koppurin. Hann var ótømandi. Eg undraðist, hvat hetta ótømandi var, ið eg drakk. Tá eg hugdi, hvat tað var, so varnaðist eg, at tað var NÁÐI!

 


 

Góðan morgun ella dagin, kæri tú, ið lesur. Minst til, at í dag er ein nýggjur dagur og náði Harrans er nýggj í dag. Hon er nevniliga ótømandi. Visti tú tað?
Hendan náðin er tað, sum gevur lív og sanna kraft til tey trúgvandi, meir enn kaffi nakrantíð kann ein hugtungan morgun. Ja, náði Guds gevur okkum kraft, dirvi og lívsmót til hvønn dag.

Tað stendur í Sorg. 3:22-23
“Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.”

Harrin er so trúfastur, at hvønn morgun (sum eisini er ein gáva), so møtir Hann okkum, sum trúgva á Hann, við einum nýggjum koppi av náði – ein, sum Hann hevur goldið fyri á Golgata. ❤️

 

Skriva viðmerking