Ein sannleiki sum var størri fyri mær í Mexico og er vorðin enn størri síðan eg kom aftur er “Orð Guds, Bíblian.” Hvussu týdningarmikið tað er at vit fara aftur til orð Guds. So eg fari deila nøkur ting við tykkum, frá talum og Bíbliutímum í síðstuni í Føroyum og Mexico.
Til dagligt so royni eg at seta mær fyri at lesa ein kapitul um dagin í Bíbliuni. Hetta er til tíðir fyri meg eitt stríð og eg má, pressa fyri at fáa hetta gjørt. Hetta legði eg fram fyri Gud.
Seinni snakkaði eg við eina vinkonu í Mexico, og eg spurdi, hvat hon las í Bíbliuni nú. Hon svaraði at hon royndi sítt besta at eta rætt andaliga og lesa 7 kapitlar um dagin. Hennara ynski var at koma ígjøngum Bíbliuna tvær ferðir um árið.
Tá slóð tað meg, og eg fór at hugsa um, hvat eg eymkaði meg um – hendan eina kapitulin og hon las sjey. Eisini var tað rannsakandi at hugsa um mítt sjónarmið í mun til hennara. Hon ynskti veruliga at lesa Guds orð tvær ferðir um árið – við tí fyri eyga at koma at kenna Guds hjarta. Mítt sjónarmið var nokk meira “ah eg burdi, eg eigi.” Víst var tað ikki rættur hugsunarháttur, tí tað stendur at,
“Fær, tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir!” (Jóh.8,36)
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok! (Gal.5,1)
Hvat er munurin á “ah eg burdi, eg eigi” og “eg ynski”. – Jú eg trúgvi tað er trældómsok og frælsi. Frælsi og kærleiki til Gud í at ynskja.
Og tað gekk upp fyri mær, at eg mátti “taka meg saman” og hugsa um framíhjárættin at tosa við Gud ígjøgnum Hansara orð. At kunna njóta samveruna og nærveruna við Gud í Hansara orðið. – Er tað lætt nei, men tað broytir nógv okkara holdning, tá vit taka fram orð Guds og seta okkum at lesa. Nær halda tit man fær meira burturúr:
“Eg burdi lisið ella lært meg…”
“Wauw! Hvør undurfullur Gud! Eg ynski, eg vil lesa ella læra…”
Ja, heilt tíðiligt tað seinna. Wauw.
Eg hugsi eisini um signingina í at kenna og lesa orð Guds. Orð Guds er keldan til okkara kristna lív. Hon er keldan til grøðing. Hon er keldan til veking. Vinir, vit mugu fara aftur til orð Guds.
Eg hoyri mong práta og kjakast um ymisk evnir í dag. Fleiri taka til, at Føroyar er við at fara av sporinum. Kenna tit orsøkina? Orsøkina til at trúgvandi fara av leið? At trúgvandi gerast veik? At so fáa koma til umvending? At tað er eingin veking? At Føroyar fer av leið?
Eg trúgvi orsøkin er einføld og einans ein. Vit kenna ikki orð Guds.
Vit halda vit kenna orð Guds og lesa tað, men trúgvi nógv tey flestu gera ikki. Og øll av okkum kundu kent og lisið Guds orð meira. Og ikki bara lesa, men rannsaka okkara egna lí, sum hann sigur:
Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!
Má hetta vera okkara bøn soleiðis, at tá Harrin sendur menniskju á okkara leið, ið hava spurningar. At vit mugu kunna svara teimum, við eygunum vend á krossin. Ikki svara fyri at vinna eitt kjak ella hevja okkum. Men fyri at vinna menniskja fyri Jesus, leiða tey til krossin. Má Harrin geva okkum vísdóm og eyðmjúkleika til at gera hetta.
So hvat er Orð Guds, Bíblian fyri okkum trúgvandi?
Eg fari at lesa 16 kend vers um Bíbliuna og hennara ávirkan. Men eg hugsi hesaferð, at vit skulu hugsa. Nú eg lesi hesi vers:
- “Hvat hevur hetta at siga fyri meg?
- “Hvussu eigur hetta at ávirka mítt lív?”
- Hebr.4:12
- 2.Tim.3,16-17
- Sálm.18:31
- Sálm.119,9
- Sálm.119:11
- Sálm.119:105
- Sálm.119:160
- Sálm.130:5
- Ják.1:22
- Luk.11:28
- Matt.13:22-23
- Matt.4:4
- Jóh.8:31-32
- Es.40:8
- Es.55:11
- Kol.3:16
Eg vóni at tit svara fyri tykkum sjálvi, hvat hettur hevur at siga fyri teg. Og hvussu hetta eigur at ávirka okkara lív.
Fyri meg sjálva so síggi eg í hesum versunum, hvussu tað er vert at invisera í at lesa Guds orð uppá fleiri mátar. Tað er ævigt, tað er vísdómur, røtt føði og stykandi, tað kann verja okkum og halda okkum frá synd. Í Matt. 4 síggja vit nevniliga, hvussu Jesus vinnur á Satan einans við at endursiga orð Guds, vers úr Bíbliuni. Hetta átti at ávirka mítt lív soleiðis, at tað var ein gleði og framíhjárættur at lesa Guds orð.
Má okkara bøn vera, at vit mugu koma at skilja týdningin av at lesa Guds orð. Týdningin tað hevur fyri okkara lív sum trúgvandi. Lat okkum seta okkum fyri at lesa hvønn dag og koma at kenna orð Guds. Veking byrjar við tá tú persónliga byrjar at at lesa og koma kenna orð Guds.
Um tú ynskir at koma kenna orð Guds betur, byrja at lesa tað nú, so er ein góð ráð at fáa sær eina lesiætlan ella eitt yvirlit við øllum kapitlunum í Bíbliuni, soleiðis tú kanst strika teir út so hvørt. Hetta er ógvuliga motiverandi fyri meg og gevur mær eitt betur yvirlit, yvir hvat eg havi verið og hvar eg ætli mær.