Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech. Photography: Ester Bech.

Nú er long tíð liðin síðan eg legði eitt outfit út, men her er eitt endiliga aftur. – Tað stendur í Bíbliuni:

“Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu? Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!” (1.kor.6,19-20)

“somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiður, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,”(1.Tim.2,9)

..

Gud er so kærleiksfullur og stórur, at Hann doyði á krossinum fyri at vinna okkum ævigt lív og gera okkum fræls frá valdið syndarinnar. Tá vit taka ímóti Honum í okkara hjarta, so hendir nakað fantastiskt, undurfult og kul! Hann ger okkum til tempul Hansara. Gud Skaparin tekur bústað í okkum!

.

Um tit hava lisið Mósebøkurnar, og triðju Mósebók, so vita tit eitt sindur um tabernaklið og templið. Hvussu heilagur Gud er, hvussu vakurt templið var innan og hvussu nógvar detaljur skuldu til, tá templi var gjørt. Prestarnir máttu reinsa seg og ofra. Tað mátti fólkið eisini, bara fyri at kunna nærkast Gudi.

.

So tá Gud, kallar meg sum trúgvandi tempul Sítt, má eg gleðast og undrast! Wauw! Og harafturat, so biður Gud okkum kvinnur, sum sítt tempul, skrýða okkum við sámiligum búna. Ikki fyri at æra okkum, men til æru fyri Gud. Mær dámar so væl at Paulus brúkar orðið “skrýða” ella pynta. Tað merkir, at vit kunnu verða kreativar, tá vit lata okkum í sámuligt/hóskandi klæðir.

.

So her er eitt boð uppá, hvussu vit kunnu verða orðið Guds lýðin, uppá ein kreativan hátt, við einari smartari, hvítari turdle-neck blusu, army-grønum jakka, high-waist buksum og høgum halum. Hárið er nátúrligt. Til Make-up havi eg prýtt eyguni við eye-linerara og varrarnar við varrastift. Eg haldi, hetta er væl hóskandi sum eitt gerandis-look, sum lættliga kann síggja smart út til fínari brúk, við hjálp av ymiskum prýði, sum sminku, høgumhalum, einum belti ella smykkum.

Blusan er frá Samsøe Samsøe, jakkin frá Outfitters nations female, buksurnar frá Forever 21 og skógvarnir frá ecco.

.

Outfit og klæðir eru stuttlig at pynta seg við, men tað kann aldri erstatta sannan vakurleika, sum kemur innan úr hjartanum, tá vit hava samfelag við Gud í Bíbliuni og bøn (Orð.31,30)

.

..

.

.

.

.
..

...

.

“A little smile makes the world a beautiful place, wearing a smiley face has a way of affecting your day and everyone around you in a positive way.”

Skriva viðmerking