Hvørt lítið brá

Nú er summarið komið. Æðu-ungarnir svimja við mammu síni runt í fjørðuni og smálombini spæla sær í haganum. Eg elski at ganga túrar um summarið og henta mær nakrar blómur. Tær eru ógvuliga ymiskar á liti og skapi, men vakrar hvør sær. Tær prýða um tey myrkastu lendir og tær djúpastu veitir. Sangurin “Gróður og fleyr av útsuðri” lýsir menniskju sum nakrar vakrar blómur, sum vaksa kring um allan heim:

“Ymiskar litfagrar blómur

vaksa kring um allan heim,

víst kendist heimurin tómur,

um hann bar saknin av teim!

Við síni brá

hvørt lítið strá

lovprísar skapara sínum.”

Líkamikið um vit trúgva Gud er ella ikki, so eru vit við okkara yndi eitt prógv um at Gud er til. Í okkara likamið eru 100 billiónir kyknur. Innan í hvørjari kjarn eru vanliga 46 kromosom. Hvørt kromosom ber umleið 30.000 ílegur, ið standa av DNA. Í hvørjari kyknu eru 1,8 metrar av DNA, ið er pakkað niður til einans 0.001016 cm í tvørmát. Í okkara DNA eru 3 milliardir bókstavir í okkara íleguhópi. DNA er eitt mál fyri seg og verður kallað málið til bók lívsins, tí hetta er uppskriftin til alt lív. Taka vit eina vanliga matuppskrift bók, so síggja vit, at einki er av tilvild. Onkur hevur skrivað hesa bók við nærlagni og umhugsni. Sama hátt er við Gudi, Hann hevur skapt hvønn einstakan av okkum við nærlagni og umhugsni. Sangurin “Gróður og fleyr av útsuðri” skrivar í seinasta versið:

Menniskjan er sum ein blóma,

vøkur á summari at sjá,

skapt til Guds dýrd og tann sóma,

summarið ævigt at fá;

treyt er, at hon

trýr á Guds Son, 

sum henni sæluna veitir. 

Harrin Jesus kom á jørðina at vinna tær eitt ævigt lív, soleiðis tú kanst njóta eitt ævigt summar í Himli saman við Gudi eftir deyðan. Hevur tú tikið móti hesari gávu kallar Gud teg at blóma har tú ert plantað sum vitnisburð um Gud Skaparan og tí gávu, Hann bjóðar. 

Tað nýggjasta á blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
Aftursvar til LGBT+ um sjónleikin “En kenguru som dig”

Aftursvar til LGBT+ um sjónleikin “En kenguru som dig”

Er LGBTQ+ og kengurur nakað, ið vit skulu snakka við okkara børn um? Ja, men ikki sum LGBT+ Føroyar leggur upp til. Tíverri eri eg burturstødd í løtuni og kann ikki fara til leikin “En kenguru som dig”. Hevði eg farið, so hevði eg luttikið á øllum spurnarløtunum og...

Góðir vanar fyri hin trúgvandi

Góðir vanar fyri hin trúgvandi

Nakrir góðir vanar fyri hin trúgvandi eru: Lesa Bíbliuna Biðja Møtast við øðrum trúgvandi Tilbiðja Tæna Lat hetta vera ein partur av tínum gerandisdegi, eisini um tað er bara nakrir fáir minuttir hvønn dag. Góðir vanar byrja í tí smáa vit gera í...

Vænti eg Harran Jesus líka, sum ein barnakona væntar sítt barn?

Vænti eg Harran Jesus líka, sum ein barnakona væntar sítt barn?

Eg brúkti hesa Bíbliu-notesbókina á morgunmøtinum í morgun, og tað hjálpti mær so væl at hugsavna meg, og fáa skrivað nøkur ting niður. Tá eg noteri, so krutli eg ofta og skundi mær. Við avmarkaðum kassum, so kundi eg hugsa meg sindur betur um, hvat eg vildi skriva og...

Fylg við

týsdagar

Prátið podcast kl.8:00

Fríggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo

Skriva viðmerking