Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Í dag, so eri eg stødd í Róm í Italia, uttanfyri Hotellið hjá mær í skugganum.

Vita tit hvat hetta er? Hetta er eitt kopi av einum gomlum rómverskum peningi. Í dag fara vit nevniliga at tosa um pengar.

.

Hví skulu vit geva?

Ein húshaldari er ein sum umsitur og ansar eftir ognini, t.d. peningi, og áhugamálunum hjá einum øðrum. Øll trúgvandi eru húshaldarar Guds. Tey ansa eftir ognum, sum tey hava fingið frá Gudi og eiga, at brúka ognirnar til Guds áhugamál.

Alt, sum hin trúgvandi hevur. Tíð, evni, ting, pengar, ognir, klæðir osv. – hoyrir Gudi til og eigur at verða brúkt fyri Gud og til at æra Gud (1.Pæt.4,10).

Sum tit síggja, so hava vit ikki bara fingið pening frá Gudi, men mangt annað. Men í hesum videoinum koma vit serliga at tosa um, hvussu hin trúgvandi skal umsita og brúka pengar sínar rætt, sum hann hevur fingið frá Gudi.

Ein sangur sigur: 

Var alt á foldum mítt – tað var

ov lítið offur tó til tín;

Tak meg – tað er jú alt frá Tær –

anda og kropp og kærleik mín!”

Jesus sigur: (Luk.12,15). Jesus sigur, at virðið í lívinum liggur ikki í at tjena væl, blíva kendur og eiga nógvan pening. Heldur enn at samla sær nógvan pening og ting, so eigur eitt Guds barn at liva einfalt, so tað kann geva til Guds verk. At liva einfalt merkir, at brúka minni.

Á Zarepta fáa børnini 20 kr um dagin, sum tey sleppa at brúka sum tey vilja, til bomm, ís, osv. Tey umsita og brúka pengarnar sum tey vilja. Hevði eitt barn liva einfalt, hevði tað merkt, í hesum førinum, at tað ikki hevði brúkt alla 20 krónurnar til bomm. Kanska tað goymt 2 kr, 5 kr ella 10 kr, sum tað hevði givið til Gud. Vit kunnu siga, at tað hevði lagt hesar pengarnar til síðis til Gud. Á Zarepta kanst tú koyra pengarnar, tú vilt geva, í ein postkassa, sum fer til eina barnalegu í Ukraina.

Hetta sama er galdandi við okkara daglig degi, bara í størri mun. Hvønn dag fáa vit frá Gudi. Um tú ert 0 ár ella 100 ár, so fært tú frá Gudi hvønn dag. Klæðir, mat, arbeiðsløn, studning, pensjón o.s.fr. Hesi tingini, vit kalla ognir, umsita vit. Vit bestemma, hvussu vit brúka hetta. Vit eru húshaldarar. Við at liva einfalt, ikki brúka allan peningin, kunnu vit geva nakað til Gud. Kanska til barnalegur, trúðboðarar og onnur, sum tæna Gudi.

William Burns, ein trúðboðari í Kina, plagdi at siga: “Hevur ein Kristus í hjartanum, Himmalin í eygsjón fyri framman og bert so mikið av tímiligum signingum, sum eru neyðugar at føra hann trygt gjøgnum lívið, tá hava sorgir og trupulleikar lítið at skjóta eftir, og hann hevur alt, ið einum ørmum syndara tørvar fyri at gera hann eydnuríkan á lívsleiðini til Himmals.” Hvílir okkara nøgdsemi í Gudi, so kunnu sjúka, vanlukkur raka okkum uttan at ávirka okkara gleði í Gudi.

Ein annar trúðboðari, Hudson Taylor, plagdi at kanna ognir sínar regluliga – tí hann visti, at Jesus skjótt kemur aftur. Soleiðis slapp hann sær av við alt, sum var honum ov mikið.

Tað stendur: “Tað krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir.” (1.Kor,4,2). Ein trúgvandi hevur fingið alt givið frá Gudi (Ják.1,17). Tí eigur ein trúgvandi, at hugsa um hesar fýra spurningar viðvíkjandi tí sum hann eigur, ella hevur fingið givið frá Gudi.

 

Nær skal eg geva?

Svarið er regluliga, miðvíst. (1.Kor.16,2). Tað sær út til, at tey trúgvandi tóku gávurnar við til samkomuna, sum deildi tær út til einkjur, fátøk o.ø. sum tørvaðu tað.

 

Hvussu nógv skal eg geva?

Spurningurin átti kanska heldur at verið: “Hvussu nógv skal eg hava eftir?” Hvussu nógv tú skalt geva er millum teg og Gud í bøn. Her eru nakrar vegleiðingar:

  1. Eg eigi at geva, so sum Gud hevur signað meg. (1.Kor.16,2)
  2. Eg eigi at geva ríkiliga (2.Kor.9,6-8)
  3. Eg eigi at geva gávumilt og tað eigur at kosta mær nakað (2.kor.8,1-5). Jesus er besta dømi uppá gávumildni. Hann var ríkur, men Hann gjørdist fátækur fyri, at vit við fátækadømi Hansara skuldu verða rík (2.Kor.8,9). Sum familja, kann man velja at spara í mati, keypa okkurt bíligari, so man kann geva meira til Harran. Persónliga kanst tú spara pengar, við ikki at keypa nakað óneyðugt. T.d.  óneyðug klæði. Tú kanst eisini spara við, at keypa eina sodavatn, pizza ella bommpakka minni um vikuna, so tú kanst geva teir pengarnar afturat til Harran. Alt tú sparir her og gevur til Harran, verður tær givið aftur margfalt sum løn í Himli.
  4. Eg eigi at geva lutfalsliga (Orð.3,9-10). At geva lutfalsliga merkir, at vit geva í mun til okkara inntøku, tað vit fáa/vinna. Verður okkara løn hækka, so eigur okkara gáva at hækka.
    • Í Gamla Testamenti bað Gud Ísraels fólk geva tíggjund, ein tíggjundapart, 10% av tí tey vunnu. Tvs. fingu tey 100 kr, so góvu tey 10 kr av teimum 100. (3.Mós.27,30-32). Vit liva ikki longur undir lógini, men hetta er ein góð vegleiðing.  Heftið viðmerkir, at vit eiga ikki at geva minni enn tað.
    • Heftið greiður frá, at ein maður gav 50% av tí hann fekk, og ein annar handilsmaður gav 90% av inntøku Hansara.
    • Í Bíbliuni lesa vit sjálvdan um tær stóru gávurnar, sum verða givnar. Men vit lesa ofta um tær smáu, sum vera givnar við gleði av hjarta. Ein smádrongur gav ein matpakka 5 breyð og tveir fiskar (Jóh.6,9). Ein einkjan gav tveir smápengar, tilsamans eitt oyra, og Jesus segði hon gav meira enn øll hini. Tí hon gav alt hon átti (Mark.12,42). Gud legði einkjuni og smádronginum á hjarta at geva hetta. Og tey góvu tað við gleði. Gud virðismetur ikki pengar og gávur, sum vit. Gud hyggur at hjartanum. So gev tú, soleiðis, sum tú kanst og sum Gud leggur tær á hjarta.

 

Við hvørjum sinnalagi skal eg geva? 

Húsarhald, at bestemma yvir peningi, er ikki bara ein ábyrgd, men ein framíhjárættur og ein gleði. Vit lesa í 2.Kor.9,7, at vi skulu geva – 

  1. Væl umhugsað – ikki leysliga
  2. Av góðum huga – ikki av tvingsli
  3. Við gleði – 
  4. Loyniliga –  ikki fyri at verða sædd (Matt.6,2-4; Luk.18,12).
  5. Ærliga fyri Gudi, ikki lúgva og látast sum vit hava givið alt, og so hava ein part eftir (Áp.5,1-4)

 

Hvørjum skulu vit geva? 

Tað er gott at hugsa um, at alt, sum vit geva, eigur at verða givið sum tað var til Gud. Vit geva veruliga Gudi, táið vit geva til virki og arbeiðarar Guds. Høvdu vit veruliga trúð hesum, høvdu vit brúkt pengar okkara fullkomiliga øðrvísi.

Hin trúgvandi kann geva til:

  1. Samkomuna á staðnum. Tað kostar altíð at uppihalda einari samkomu, við hita, trygging, umvæling o.ø. So ein hvør eigur at geva sín part við gleði.
  2. Tey fátæju (Gal.2,10).
  3. Einkjurnar (1.Tim.5,3-4)
  4. Kunngerarar Orðsins, trúðboðarar og onnur sum virka fyri Harran. (1.Tim.5,17-18).
  5. Kristin virki, sum læra rætt eftir Bíbliuni.

 

Hvat er úrslitið av at geva? 

  1. Tímiligar signingar (Orð.3,9-10). Hetta merkir ikki stórt ríkidømi. Gud er ov klókur til at geva flestum av okkum ov nógvan pening, tí peningakærleiki er rótin til alt ilt (1.Tim.6,10). Men Gud gevur okkum nóg mikið, so vit klára okkum dagliga. Lyftið í Fil.4,19 kemur aftaná frívilligt offur. (Fil.4,19; Luk.12,31).
  2. Andaligur vøkstur (Luk.16,11). Eru vit trúgv í hinum órættvísu mammon (tvs. tímiligum ognum), so fer Gud at geva okkum hin sanna, tað er andaligur vísdómur og ríkidømi.
  3. Eydnusæla (Mal.3,10). Signing merkir eydna, lukka, gleði. Gud letur signingar streyma yvir eina gávumildu sál. Jesus sigur, at “Sælari er at geva enn at taka/fáa. (Áp.20,35).
  4. Ein móttøkuskari í Himli (Luk.16,9). Sálir, frelstar orsakað av gávum okkara. Vinir, vunnir við hinum órættvísu mammon (pengum givnir Gudi). Hesir vinir fara at taka ímóti okkum í hinum ævigu bústøðum, táið vit doyggja ella Jesus kemur aftur. Ein sangur sigur:
    • I dreamed I went to heaven
      And you were there with me;
      We walked upon the streets of gold
      Beside the crystal sea.
      We heard the angels singing
      Then someone called your name.
      We turned and saw a young man running
      And he was smiling as he came.
      And he said, “Friend you may not know me now.”
      And then he said, “But wait,
      You used to teach my Sunday School
      When I was only eight.
      And every week you would say a prayer
      Before the class would start.
      And one day when you said that prayer,
      I asked Jesus in my heart.”
    • “Thank you for giving to the Lord.
      I am a life that was changed.
      Thank you for giving to the Lord.
      I am so glad you gave.
    • Then another man stood before you
      And said, “Remember the time
      A missionary came to your church
      And his pictures made you cry.
      You didn’t have much money,
      But you gave it anyway.
      Jesus took the gift you gave
      And that’s why I’m here today.”
    • One by one they came
      Far as the eye could see.
      Each life somehow touched
      By your generosity.
      Little things that you had done,
      Sacrifices made,
      Unnoticed on the earth
      In heaven, now proclaimed.
      And I know up in heaven
      You’re not supposed to cry
      But I am almost sure
      There were tears in your eyes.
      As Jesus took your hand
      And you stood before the Lord.
      He said, “My child, look around you.
      Great is your reward.”
    • Sangurin snýr seg um ein mann, sum droymir hann er í Himli. Fyrst møtir hann einum manni, sum var frelstur av einari bøn sum hann bað á sunnudagsskúlanum. Seinni møtir hann einum øðrum, sum var frelstur av einari peningagávu, sum var givin einum trúðboðara. Niðurlagið sigur: “Tak fyri at tú gavst til Gud, eg eri lívið sum var broytt.”
    • Eg elski at lurta eftir hesum sanginum. Eg fekk hann frá einari gentu í Bíbliubólkinum, og sangurin hjálipr mær at halda sýnið á Jesus. Hann minnir meg á, at eg eigi at liva á jørðini fyri Jesus. Eg eigi at hava eyguni vendum móti Himli. Við einum hjarta fyltum við nøgdsemi og takksemi. Eg spurdi einaferð ein mann, hví hann var so nøgdur. Hann svaraði mær við hesum versinum: (1.Tim.6,6)
  5. Skatt í Himli (Luk.18,22). Sjálvt ikki eitt bikar av køldum vatni, givið í navni Hansara, skal missa løn sína. (Mark.9,41). Vit fáa løn fyri alt vit hava gjørt og givið í Jesusar navni. (Kol.3,23)

Heftið sigur, at gleðin av at geva, ger ein seks ferðir bilsnan:

  1. Bilsin av peninganøgdini hann hevur givið til verk Guds.
  2. Bilsin av hansara egnu andaligu framgongd.
  3. Bilsin av hvussu lætt hann vinnur á egnum ábyrgdum.
  4. Bilsin av hvussu lættliga hann er kann geva meira og meira.
  5. Bilsin av vaksandi fatan av hvat húshald er.
  6. Bilsin av sær sjálvum, at hann ikki er farin at geva ella geva meira fyrr. 
Skriva viðmerking