Warning: include_once(/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php) [function.include-once]: failed to open stream: No such file or directory in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100

Warning: include_once() [function.include]: Failed opening '/var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/inc/class-sb-instagram-gdpr-integrations.php' for inclusion (include_path='.') in /var/www/vakurleiki.fo/public_html/wp-content/plugins/instagram-feed/instagram-feed.php on line 100
TRÚÐBOÐARAVIRKSEMI – HVAT KANN EG GERA? | Vakurleiki

 

Íðin, ung trúgvandi eiga at hava áhuga fyri trúðboðaravirki. Kristindómsins virki er jú trúðboðan (Matt.28,18-20). Vit høvdu aldri hoyrt evangeliið, høvdu menniskju ikki verið villigir at borið tey góðu tíðindini til enda jarðarinnar. Og vit, eg og tú, standa í skuld sum sonn trúgvandi til alla mannaættina (Róm.1,14). Skulu onnur í framtíðini áhaldandi hoyra um Jesus, sum vit. So mugu vit breiða gleðiboðskapin um Jesus, um fría frelsu við trúgv.

Men kanska tú spyrt “Hvat kann eg gera fyri at hjálpa at fáa gleðiboðskapin út?” Kanska tú ikki veist stórvegis um trúðboðaravirki, men vilt fegin vita meira, men tú veitst ikki hvussu.

Skalt tú fáa áhuga fyri trúðboðaravirki, sum ein trúgandi eigur at hava, so eru í minsta lagið hesi 7 stig neyðug:

  1. Tú kanst biðja! Hetta eigur at verða okkara fyrsta pláss á listanum. Eingin dugir til fulnar at virðismeta, hvussu týdningarmikil og umráðandi bøn er í samband við heims-evangelisering. 
    • Tí í bøn so fara vit í bardaga fyri onnur. Vit stríðast í bønini (Kol.4,12)
    • Ein sangur sigur: “Á fjartskotnum økjum mangur undraðist hví, teirra einfaldu orð slíka ávirkan góvu. Teir vitstu ikki, at tað var tí, akurskurðarmenn heima –  tveir ella tríggir bóðu.”
    • Orsøkin, at flestu bønir okkara eru uttan lív og áhuga, er, at tær eru so vanligar. Biðja vit bara: “Harri, signa allar trúðboðararnar“, so missa vit skjótt áhugan, tí vit hava ongan møguleika at vita, nær bønir okkara verða svaraðar.    Men hetta, kann vera loyst við, at tú fært tær ein bønarlista við trúðboðarum sum Gud leggur tær á hjarta at biðja fyri. Trúðboðararum, sum tú kemur í tankar um. Kanska nakarar tú hevur hitt ella hoyrt um. Hvørja ferð tú møtir ein trúðboðara, so ivast ikki, at Gud fyrireikaði tað við einum endamáli.  Gud ynskir, at tú skalt hjálpa til í bøn.
      • Minst til at trúðboðarar eru ikki bara trúðboðarar í regnskóginum. Teir eru allastaðni kring heimin. Eisini eru fleiri í Føroyum. Harafturat eru fleiri, sum virka fyri Harran partvís og hava tørv á bøn.
      • Orsøkin at henda kanalin Vakurleiki.fo hevur verið til so stóra signing ,og at eg kann áhaldandi gera tað, trúgvi eg er vegna bønirnar, sum trúgvandi hava sent upp til Gud fyri hesum verki.
    • Mangir trúðboðarar geva fegin trúgvandi, ið hava áhuga, eitt bønarkort við mynd, navni og adressu og vanliga við eini stuttari áheitan um bønarstuðul.
      • Heftið fortelur, at ein ungur maður í einum eysturlendskum býi hevur dekka veggirnar í húsi sínum við slíkum myndum. Hann minnist hvønn teirra trúfast í bøn. Eitt heimskort er eisini ein góð hjálp fyri at halda skil á og hava áhuganum fyri trúboðaravirki kring heimin. Tú kanst brúka litaðar pinnar fyri at, hvar teir virka, sum tú biður fyri.
    • Á henda hátt gerast bønir tínir meiri miðvísar og livandi. Gerst tú troyttur og mótleysur í bønarlívi tínum, so hugsa um at kunna møta  afrikanarum, kinesarum og øðrum í Himli – tí tú bað.
    • Ein sangur sigur: Tí tú bað – Tey, ið mykrið huldi, hava ljósið sæð, gleðiboðskapurin góði náttarmykrið rak avstað. Krossins boðskaptur, ið goymdur var so langan dag, hevur loksins lív teim borið – tí tú bað. (Charles B. Browser).
  2. Tú kanst skriva brøv! Trúboðarar eru menniskju eins og vit og gleðast, táið teir fáa gávur, post ella mail. Hava teir nakrantíð opnað eitt bræv frá tær? Uttanlanda hevði tað hevði glett teir at frætt heimanífrá. Teir høvdu glaðir svara spurningum um verk teirra og teir vildu eisini sagt tær frá nøkrum trupulleikum, sum teir stríðast við, sum tú kanst biðja fyri.
  3. Tú kanst senda gávur!
    1. Tú kanst geva teimum pening í hondina tá teir eru á vitjan ella senda teimum eina gávu gjøgnum bankan. Peningur kann eisini verða sendur til stovnar, sum hjálpa trúðboðarum, og teir senda gávuna víðari til trúðboðaran.Tá er gott at kanna eftir hjálparstovnurin er álítandi, og eisini um gávan fer, øll sum hon er, til trúðboðaran.
      • Heftið viðmerkir, at tað er neyðugt at siga, at trúgvandi eiga ikki at stuðla nøkrum trúðboðaravirki ella trúðboðara, sum avnokta nakran sannleika í Bíbliuni. Slík trúboðan er heldur ein forðan enn ein hjálp í verki Harrans.
    2. Góð óbrúkt klæði! Tey koma næstan altíð væl við. Eini klæði givin einum innføddum, kunnu verða fyrsta liðið í eini ketu av hendingum, sum venda honum frá avgudum at tæna tí livandi Gudi. Ansa eftir at klæðini eru rein og væl bøtt og hóskandi til tað veðurlag, har tey verða send til.
    3. Bøkur, bløð, bomm o.a. Smáir pakkar heimanífrá eru teimum ofta til stóra gleði og uggan. Jú betur tú kemur at kenna teir, jú betur kemur tú at vita, hvat tú skalt senda teimum. Tað er klókt at fáa at vita frá trúðboðaranum ella onkrum, sum veit, hvør besti mátin er at senda og merkja pakkar. Er pakkin ikki merktur nóg væl, kann tað gera, at trúðboðarin kemur at gjalda stóran toll. Men har sum viljin er, gerst altíð ein útvegur. Hevur tú veruligan áhuga at geva til trúðboðaravirki, skal Harrin vísa tær hvussu.
      • Heftið fortelur, at ein heilhjartað trúgvandi húsmóðir í Michigan arbeiðir hvørt summar í eini blomsturbúð. Hon allar pengarnar hon vinnur á henda hátt til kristniboðvirki uttanlanda.
      • Heftið forelur, at ein maður, Robert Arthington, frá Leeds, ein studentur í Cambridge, búði í einum einkultum rúmi og gjørdi sær matin til sjálvur fyri at spara pening til kristniboðsvirki. Hann gav 2.800.000 dollarar við teimum treytum, at tað skuldi brúkast innan 25 ár á økjum, har einki trúðboðaravirki hevði verið áður. Ein pappírslepi varð funnin aftaná deyða hansara, og hesi orð stóðu á honum: “Við gleði skuldi gólvið verið song mín, ein kassi stólur mín og ein annar kassi borð mítt, heldur enn at menniskju fóru fortapt, tí teimum fattaðist kunnskap um Jesus.
  4. Tú Kanst lesa góðar bøkur um kristniboðsvirki, og tær vilja opna eygu tíni fyri vandamálum, royndum og mótloysi í hesum verki, men eisini kveikja áhuga tín fyri stóru herdeild Guds av trúføstum hermonnum.
  5. Tú kanst gerast haldari av missiónsbløðum ella bønarløtuni: Táið tú lesur tey, fert tú at sanna, at sannleikin er veruliga meiri spennandi enn søgur. Tú lesur um bjargingar á undurfullan hátt, dýrabør bønarsvør og evangeliums dýrdarríku framgong, og tú kemur at kenna teg glaðan yvir tann heiður, at vera ein sannur trúgvandi og tú kennir teg eggjaðan at líkjast meiri Jesusi.
  6. Tú kanst sýna trúboðarum vinsemi, táið teir vitja samkomu tína. Gestablídni og flutningur er vanligur tørvur. Kristin heim eru vorðin ærd og signað við vitjan av trúføstum boðberum krossins (Hebr.13,2).
  7. Loksins, tú kanst ver villigur at fara, um Harrin skuldi kallað teg. Tú kanst byrja við at vitja trúðboðaran ella trúðboðarnar, sum tú trúfast hevur biðið fyri.
    • Tað er avgerandi at vera fullkomiliga yvirgivin til Gud, at Hann  kann rokna við lýdni tínum. Onkur hevur skrivað: “Eg bøni teg í navni Harrans, far ikki inn í ævinleikan við klæðum tínum dálkaðum við blóði av sálum, men gev teg uttan treytir og av heilum huga í tænastu hjá Harra og Meistara tínum.”

At fara yvir um hav ger sjálvandi ongan til trúðboðara. Byrja at kunngera Jesus fyri fólki, tú býrt ímillum. Tað er vorðið sagt av røttum, at “Ein og hvør antin ein trúðboðari ella eitt trúðboðaraøki.”

Byrja í tínum “Jerusalem” her í Føroyum, har tú býrt,  og Gud kann skjótt víðka tín sjónarring og “Rúmka landamark tíni.” (Áp.1,8; 1.Kor.4,9-10). Nøkur eru eisini kallað at tæna Harranum heima í Føroyum, men verð ikki heima í Føroyum, so tú kanst slanga tær á sofuni. Keith Green syngur: 

“Jesus rose from the grave,
And you!
You can’t even get out of bed!”

(Jesus reis úr grøvini og tú klárar ikki upp úr songini)

Lat tað ikki vera sagt so um teg. Men Gudi av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni av kærleika, tí “There is never a reason strong enought for not serving the Lord.” (Tað er ongantíð ein orsøk nóg góð fyri, at tú kanst steðga at tæna Harranum.) Harrin er so stórur. Hann hevur gjørt so ómetaliga nógv fyri meg og teg. Vit hava ikki ráð at spilla tíðina burtur, sum vit snakkaðu um í síðstu viku. Tæn Honum!

Skriva viðmerking