Date/Time
Date(s) - 05/10/2019
19:00 - 23:00
Location
Nerija
Categories
Tiltakið
Í oktober 2019 verður Vakurleiki.fo 3 ár. Í hesum sambandið halda vit eitt stórt tiltak leygardagin 5.oktober kl.19:00-23:00, har allar kvinnur og gentir eru hjartaliga vælkomnar. Tiltakið kalla vit “GIRLS NIGHT” ella “GENTU/KVINNU KVØLD”.
Skráin og evni
Vit gera nógv burturúr hugna, pynti og møguliga eisini gávuposum. Á hesum kvøldinum fara vit at tosa um evnið vakurleiki, og hvat Bíblian sigur at Vakurleiki er. Tað verður góður matur, hugni og eitt orð frá Dinu Jensdóttir Bech. Umframt hetta verða vitnisburðar frá kvinnum, sangur, solosangur, spøl og kappingar. Eisini verður møguleiki at bíleggja og møguliga eisini keypa Kalendaran fyri 2020, og aðrar lutir frá Vakurleiki.fo, fyri eitt gott tilboð.
..
Aldursmark
Aldursmarkið fyri at luttaka einsamallur er 15 ár. Gentur, ið eru 14 ár og yngri eru tó vælkomnar til tiltakið saman við mammu, ommu, systir ella kvinnu, ið er yvir 18 ár.
.
Tilmelding
Tilmeldingin opnar 26.august og er opin til 1.oktober. Hon er ókeypis, men tað er avmarkað pláss. Hon fer fram niðast á hesi síðuni.
Viðmerking
- Í “kommintar” niðri undir skalt tú viðmerkja fult navn á luttakar/a/um.
- Eisini kanst tú viðmerkja, hvørjum tú/tit ynskja at sita saman við til borðs, ovurviðkvæmi o.s.fr.
- Um tú ert 14 ár og yngri, skalt tú viðmerkja fult navn og telefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum. (Tann, ið kemur við tær).
Stuðul
Um tú kennir teg kallaðan stuðla tiltakinum, kanst tú gera hetta við bøn, hjálpa, bakstur ella við at deila og kunna um tiltakið. Um tú ynskir at hjálpa, kanst tú seta teg í samband við meg á dinabech@vakurleiki.fo ella tlf.276472. Eisini kanst tú stuðla við at geva, lesa meira um tað her.
.
* Minst til at trýsta á luttak á Facebook, um tú kemur ella umhugsar at koma, soleiðis at tínir vinir vita, at tú kemur! 💕
Tilmeldingin byrjar at fyllast, so melda teg til her ella við at senda eini boð til tlf. 276472 ella dinabech@vakurleiki.fo, so skrivi eg tykkum upp.
Bookings
Bílegging til hetta tiltakið er stongd.