Date/Time
Date(s) - 02/10/2021
18:00 - 22:00
Location
Nerija
Categories
Tiltakið
Í oktober 2021 skipa vit fyri einum stórum gentu/kvinnu tiltaki leygardagin 2.oktober kl.18:00-22:00. Tiltakið kalla vit “GIRLS NIGHT” ella “GENTU/KVINNU KVØLD”.
Skráin og evni
Vit gera nógv burturúr hugna, pynti og møguliga eisini gávuposum. Á hesum kvøldinum fara vit at tosa um evnið kærleiki, og hvat Bíblian sigur at kærleiki er. Tað verður smurt breyð, kakur omaná, hugni og eitt orð frá Dinu Jensdóttir Norðberg. Umframt hetta verða vitnisburðar frá kvinnum, sangur, solosangur, spøl og kappingar. Eisini verður møguleiki at bíleggja og møguliga eisini keypa Kalendaran fyri 2022, og aðrar lutir frá Vakurleiki.fo.
Aldursmark
Aldursmarkið fyri at luttaka einsamallur er 15 ár. Gentur, ið eru 14 ár og yngri eru tó vælkomnar til tiltakið saman við mammu, ommu, systir ella kvinnu, ið er yvir 18 ár.
Tilmelding
Tilmeldingin opnar 2.september og er opin til 1.oktober. Hon er ókeypis, men tað er avmarkað pláss. Hon fer fram niðast á hesi síðuni.
- Tá tú meldar teg til, so kommentera fult navn á luttakara/luttakarum, aldur og eitt telefon nummar.
- Eisini kanst tú viðmerkja, hvørjum tú/tit ynskja at sita saman við til borðs, ovurviðkvæmi o.s.fr.
- Um tú ert 14 ár og yngri, skalt tú viðmerkja fult navn og telefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum. Fært tú ongan at koma við tær, so kanst tú altíð seta teg í samband við meg. Tað er ikki víst at tað er neyðugt.
Stuðul
Um tú kennir teg kallaðan stuðla tiltakinum, kanst tú gera hetta við bøn, bakstur ella við at deila og kunna um tiltakið. Um tú ynskir at baka okkurt ella gera smyrji breyð, kanst tú seta teg í samband við meg á tlf. 276472 ella Facebook, spyr@vakurleiki.fo.
Eisini kanst tú stuðla við at geva eina peningagávu. Les meira um tað her.
* Minst til at trýsta á luttak á Facebook, um tú kemur ella umhugsar at koma, soleiðis at tínir vinir vita, at tú kemur!
Melda teg til…
Tit kunnu melda tykkum til her á síðuni ella við skriva eini boð á tlf.276472. Viðmerk navn, aldur og eitt telefon nummar.
Bookings
Bílegging til hetta tiltakið er stongd.