Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Suff… 😯💨 hvat er tað? Jú tað er nakað vit gera dagliga, tá vit eru móð og mótfallin. “Huff…”. Við hvørt er eitt suff besta orðið at lýsa okkara støðu. Og kanska onkutíð eiga vit ikki onnur orð enn eitt suff. Eitt suff eru ósøgd orð og tankar.
Visti tú, at okkara suff koma fram fyri Gud? Eins væl, sum Gud skilir okkara tankar, so skilir Hann eisini okkara suff, okkara “hufff!” Er er ikki gott at eiga ein faðir, sum eisini skilir og lurtar eftir okkara suffum? Og tað meir, Hann hevur samkenslu við okkum!
Í Bíbliuni lesa vit um nógvar persónar sum suffa. Vit lesa enntá, at Gud/Jesus suffaði.
Í 2.Mós.2,23-25 lesa vit um suff Ísraels. Gud sær, Gud hoyrir teirra neyð og Hann fer til verka.
So gekk nú long tíð, og ímeðan doyði kongurin í Egyptalandi. Og Ísraelsmenn suffaðu undir trældómi sínum og gramdu seg; og róp teirra undan trældóminum náddu upp til Gud. Gud hoyrdi suff teirra, og Gud mintist sáttmála Sín við Ábraham, Ísak og Jákup; Gud sá til Ísraelsmenn, og Gud kendist við teir.
Í Sálm. 6,7-10 lesa vit um suff Dávids. Gud hoyrir, Gud skilir, Gud hevur samkenslu, Gud tekur ímóti bøn Dávids.
Eg eri so troyttur av at suffa, eg geri legu mína váta hvørja nátt, væti song mína í tárum! Eyga mítt tærist burt av sorg, tað eldist fyri alra teirra skuld, sum eru ímóti mær! Víkið frá mær, allir tit, ið gera órætt! HARRIN hevur hoyrt rødd gráts míns. HARRIN hevur hoyrt eyðmjúku ákallan mína, HARRIN tekur ímóti bøn míni!
Í Sálm. 38,10 lesa vit, at suff ikki eru Gudi loynd.
Harri, Tú kennir alla tráan mína, suff mítt er ikki Tær loynt!
Í Róm. 8,26 lesa vit, at Heilagi Andin biðjur við suffum.
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
So minst til, at næstuferð, tá tú suffar, so hoyrir Gud teg og vil síggja til tín. 💕📖💎
Skriva viðmerking