Kenna tit til tað? Viðhvørt so tappa við á telefonina. Kanska at leita eftir einum versið ella svara einum boðum, men áðrenn vit vita av, so enda vit við at skrolla á Facebook ella Instagram?

Vit opna telefonina og okkurt hugfangar okkum, og vit gloyma púra, hvat vit av fyrstuni skuldu. Tað er ofta ikki fyrr enn vit sløkkja skermin á telefonini at vit minnast, hvat tað var, ið vit ætlaðu.

Gjøgnum dagin, so er tað nógv, sum hugfangar okkum í skúlanum, til arbeiðis, í sjónvarpinum og telefonini. Vit gloyma, hvar vit eiga at hava okkara fokus – á Jesus. Tað er fokus a Hann gjøgnum dagin, sum ger, at vit ikki gerast mótleys. Tað er Hann, sum gevur styrki at leggja av synd.

So vinur, vend eyguni aftur á Jesus og reis teg upp.❤️

Hebr. 12:1-3
“Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,
havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna - og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!
Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti - so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!””

 

Skriva viðmerking