Í dag so er tað fríggjadagur, og tað merkir, at tað er kreativi-fríggjadagur! 😉
Í dag fara vit at gera eitt av tí, sum mær dámar best at sita og putlast við. Nevnliga, tekna koppar. Hetta er so deiligt at kunna taka til og putlast við, tá tú hevur hug at hygga tær, bíðar eftir onkrum ella hevur tørv á eini pausu.
.
Tilfar:
- Koppar/gløs
- Glas og porcelen tusjir: t.d. merkir: “Glass & Porcelain” og “Edding”
- Blýant
- Pappír
- Gott hugflog
- Ovn
.
Framferðarháttur:
- Syrg fyri at yvirflatan á koppunum/gløsunum er rein og einki dust liggur á.
- Nýt títt hugflog. Tú kanst tekna við fríðari hond. Ella kanst tú finna eitt mynstur, printa tað út og gera soleiðis: Sí video… 🙂
- Lat torna (fylg vegleiðingini á penninum. Tíðin kann vera alt frá 15 min. til 4 tímar).
- Baka í ovinum (Fylg vegleiðingini á penninum.: Mín vísti 160 C í 25-30 min.)
- Lat kølna
- Njót nýggja koppin við einum góðum kaffi-munni, te-munni ella kakao.
Skriva viðmerking