http://www.youtube.com/watch?v=w4U11_r1hGQ

 

Í dag er fríggjadagur, og tað vil siga, at okkurt kreativt er á skránni. Í dag fara vit at gera nakað spennandi og ómakaleyst við klemmum.

 

1. Tilfar:

  • Klemmur
  • Pensil
  • Máling
  • Plastik tallerkur
  • Sprittýsj

Valmøguleikar:

  • Perur
  • Myndarammu
  • Klistur
  • Pappírslepar við notum á

.

2. Fyrst verður klemman málað. Møguligt er at taka klemmuna sundur, um tú ikki vilt, at jarnið skal málast.

.

3. Tá klemman er tornað, skrivar tú við spritt-týsjini á klemmuna. Tú kanst skriva:

  • To do
  • Minst til
  • Minnist vers
  • Bønarevni
  • Eg gleðist tí…
  • Signingar…
  • Do not do
  • Ops!
  • Notes
  • Føðingardagar
  • o.s.fr.

.

4. Ramman: Eg tók eina gamla rammu og klistraði eina ljóskedu tvørtur um rammuna. Síðani hongdi eg klemmurnar á, og skrivaði nakrar notir og hongdi tær á.

.

Gott vikuskifti og Harrin signi teg! 🙂

Skriva viðmerking