SKALDSØGUR

steppingStepping Heavenward (Elizabeth Prentiss): “Hetta er dagbókin hjá eini gentu, sum livdi frá 1818-1878. Hon byrjaði at skriva, tann dagini hon fylti 16 ár, og hon skrivar so ígjøgnum vaksmannárini. Vit fylgja tonkum hennara ígjøgnum eitt miseydnað forhold við ein drong, hvussu hon veksur andaliga, og hvat spennandi framtíðin hevði at bjóða henni. Ein sera áhugaverd bók at lesa! Serliga tí tað er skrivað í dagbóks-tekstaslagi.” Sigrið Nicodemussen

.

.

PílagrímsferðinPílagrímsferðing (John Bunyan): “Hetta er sera kend kristin skaldsøga, sum fortelur um ein persón, sum verður trúgvandi og fer ígjøgnum lívið við nógvum avbjóðingum á vegnum, inntil hann til endans kemur til Himmals. Hetta er eitt líknilsi av, hvussu okkara lív kann vera. Ein pílagrímur er ein, sum ferðast til ein heilagan stað”.  Sigrið Nicodemussen

.

.

the holy warHin Heilagi Bardagin (John Bunyan)

Bókin eftir Bunyan er ein ætlan fyri hansara trúgvandi lesarar, ið uppliva andaligar bardagar. Bókin snýr seg um býin Mannsál, har ein stórur og ógvusligur bardagin fer fram fyri at vinna á býnum. Hóast spenningin í bókini, so ynskir Bunyan at lesarin skal skilja at stríðið um teirra sál er ógvuliga líkt hesum myndarliga stríðnum í hesi bókini.

.

.

The vowThe Vow (Kim og Krickitt Carpenter)

Vanliga lívið hjá Kim og Krickitt Carpenter fór í sorð 24. november 1993. Tveir mánaðir eftir teirra brúdleypsdag, vóru tey í eini ferðsluvanlukku, har Krickitt fekk álvarsaman heilaskaða.

Tá hon vaknaði úr “coma” vikur aftaná, visti hon ikki hvør maður hennara, Kim, var. Krickitt var brotin, við ongum minnum og ymsum persónligum broyting orsaka av heilaskaðanum. Hóast alla mótgongdina, men felags trúgv á Kristus og Bíbliusku læruna á hjúnabandið, velja tey at læra, at gerast tey forelskað í hvørjum øðrum einaferð enn.

Annað: ummæli

.

.

redeeming loveDen kærlighed som sætter fri (Francine Rivers)

Hendan bókin eftir Francine Rivers hevur sín íblástur frá bókini Hoseas. Bókin fer fram í California í 1850. Hetta var ein tí, tá menn seldu sínar sálir fyri ein favn av gulli og kvinnur seldu teirra kropp fyri eitt stað at sova. Høvuðspersónurin, Angel, verður sum ung seld sum søkja og upplivir svik og harðskap frá monnum. Seinni møtur hon einum trúgvandi manni, Michael Hosea. Hann velur at keypa henni frælsi við at giftast við henni. Gjøgnum hansara treytaleysa kærleika, byrjar hennara harða hjarta at blotna.

Skriva viðmerking