Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Vit hava havt nógvar partar um kyn. Í dag, so fara vit at tosa um at vera single.
Í vikuskiftinum tosaði eg við vinkonur um at vera single. Vit tosaðu um gleðina í at vera single og hvussu hart tað kann vera.
Vit liva í einum samfelag, sum tilbiður forlovilsi og brúdleyp o.a. og fyri ein sum er single, kann hetta gerast sera hart. Eg trúgvi, at tað hevur ikki veri nógv øðrvísi, tá Paulus livdi og NT varð skrivað. So vit fara at lesa nøkur lyklavers 1.Korint 7, sum eru góð, tá vit ynskja at finna nøgdsemi sum single.
- Kapitul 7 er ein Q&A. Paulus fær spurningar sendar inn um at vera giftur og single, sum hann svarar aftur við hesum brævinum.
- Í v.7: Sigur Paulus, at hvør støða, single ella giftur, er ein gáva frá Gudi. Hvørki av hesum ger ein meira heilagan ella betri enn hin. Bæði, at vera giftur og single eru gávur frá Gudi, sum hava hvør sínar fyrimunir.
- Í v.8: Tá Paulus skrivar hetta, er hann single, og hann sigur, at tað er gott at vera single.
- Í v.17 og 24: sigur Paulus m.a. her, at vit, sum eru single eiga ikki at royna at broyta okkara støðu fyri at tæna Gudi. Vit eiga at tæna Gudi og koma at kenna Hann her og nú. Sannleikin er, at tænir tú ikki Gudi nú sum single, so fert tú ikki at gera, tá tú verður forlovaður ella giftur. Tænir tú ikki Gudi her, so fert tú ikki at tæna Gudi, tá tú flytir uttanlanda ella fer í missión. Andaligur vøkstur, broyting og tænasta byrjar her og nú.
- Í vers 26: Paulus sigur, ein, sum er single, ger væl.
- Í vers 27-28: Paulus sigur at gift, koma at fáa trongd í holdinum.
- Í vers 32-35; Tá vit vera gift, so eiga vit hugsa um, at tæna hjúnafelaganum á bestan hátt til æru fyri Gud. Meira um hetta í Efesus 5. Men í 1.Korint 7, vísir Paulus á, at ein single kann tæna Gudi óhindraður. Hann hevur ikki ábyrgd at tæna og húshalda hjúnafelaga og børnum. Hetta gevur honum eitt annað frælsi í at tæna Gudi.
- Single kann merkja eina tíð, nøkur ár. Fyri summi fá, alt lívið. So mong eru bangin fyri at enda “forever alone” altíð einsamøll, men sannleikin er ,at heili 90-95% av teimum, sum eru single vera gift. So kjansurin, at tú ert millum hasi 10-5% er ómetaliga lítil. So slappa bara av um tú ert í 30’unum. Hinvegin haldi eg, at tað eigur at verða ein æra at enda millum hasi 5-10% og kunna tæna Gudi sum Paulus!
- Mong trúgvandi gera single-tíðina til eina hindring. Tey seta lívið á pausu fyri at finna ein maka, tí tey trúgva, at makin skal fylla teirra tørvir, gera tey meira heiløg, populer og hjálpa teimum at finna kallið Gud hevur til tey. Eg havi verið har, og eg má siga, at hetta er spill av dýrabarari, gud-givnari tíð. Ístaðin eiga vit at tæna, blomstra fyri Gud sum Paulus sigur her.
- Í vers 36-38; Paulus sigur, at ein, sum velur single lívið, ger væl og ger betur.
- Í vers 39-40; Paulus metir, at ein, sum verður verandi single er lukkuligari.
Summar tíðir, spyrja fólk: “Hvussu ber tað til, at tú ert single? Also tú burdi verið gift og havt mann.” Og ofta, so verið eg kedd, og hugsi um nakað er galið við mær. Í síðstuni, so havi eg roynt at steðga hesum tankanum. Eg sigi við meg sjálva, at tað hevur einki at gera við, um nakað er galið við mær ella ikki. Eg haldi einfalt, at tað snýr seg um at tæna Gudi. Gud ynskir at vera ærdur og Hann sendir møguleikar í okkara lív, har vit gera av, at æra Gud ella ikki. At vera single er ein fantasiskur møguleiki, um eg ikki sjálvt geri tað til eina forðing. Valið er mítt og títt.
Tá eg verið kedd og ónøgd, so lesi eg 1.Kor.7 og minni meg á, tað sum Paulus sigur:
Paulus sigur,
- At vera single er ein náðigáva.
- At vera single er gott.
- Tann sum verður single ger væl og ger betur.
- Tann sum er single er óhindraður
- og hevur umsorgan fyri tí, sum Gudi hoyrir til.
- Tann sum er single er lukkuligari.
Og eg nevni hesi lyklaorðini fyri mær sjálvari: náðigáva, gott, ger betur, óhindrað, umsorgan, lukkuligari. Og hetta gevur mær troyst og ger meg nevniliga lukkuligari.
Afturat hesum orðunum, so minni eg meg á single, eldri, trúgvandi kvinnur, sum elska Gud og tæna Honum. Tær eru mær ein fyrimynd og minna meg á, at verið eg líka gomul sum tær og enn ikki havi fingið mann, so verið eg als ikki ólukkulig, um eg eri saman við Gudi og tæni Honum. Eg eri sjálv 21 og lukkulig (5.Mós.31,8).
Eisini spyrji eg til tíðir gift og forlovað trúgvandi pør, hvat er gott í at vera single, ímun til tá man er giftur. Mong hava sagt mær, at eg havi betur tíð og kann fokusera á Gud og at tæna Honum. Og eg leggi mær hesi orð í geyma.
Eitt síðsta ráð og tað besta, er at granska hjúnabandið í Bíbliuni. Mangar vinkonur hava sagt mær í farnari tíð, at eg havi ikki gjørt ella sagt tey røttu tingini fyri at fáa sjeik. Eg lurtaði eftir hesum ráðum og tey vóru til fall og sorg. Hetta vil eg spara tykkum fyri. Ikki lurtið eftir vinkonum, serfrøðingum, youtube ráðum o.ø., men lurtið eftir GUDI! Granskið heldur ætlan Guds við hjúnabandinum í Bíbliuni. Hetta fer at geva tykkum eitt djýpri forstáðilsi av hjúnabandi, forlovilsi, men eisini fyrimunirnar í at vera single. Hetta fer at geva tær eina størri gleði og nøgdsemi. Hetta hevur eisini givið mær persónliga størri frið og størri álit á Gud, í at hann skal geva mær ein hjúnafelaga, um tað er til æru fyri Hann. Og úrslitið er so eisini, at eg veri nógv meira róðliga, tá eg komi at kenna ungar menn og fái gott eyga á einum ungum manni.
Merkir hetta, at eg dámi betur at vera single? Erlig nei. Men hinvegin, so havi eg aldri verið forlovað, so eg kenni ikki til annað.
Persónliga so gleði eg meg einaferð at koma í eitt forhold, sum hevur hjúnaband fyri eyga, um Gud signar meg við tí.
Men beint nú eri eg single, og tað er alt eg kann arbeiða við. At vera single er slett ikki so galið. Eg vaki nøgd hvønn dag til nýggja náði. Eg havi vinir og familju, sum elska eg. Eg havi ein Gud, sum keypti meg við Sínum dýrabara blóði. Og eg hugsi, hvussu kann eg loyva mær at vera ónøgd. Mítt lív er so stórliga signað av Gudi!
Nøgdsemi og álit á Gud gevur mær frið og hvíld, og eg trúgvi at hetta er júst hetta, sum Paulus njótur so gott av og sigur “hon er lukkuligari…”
Og mítt mál er tí í dag, sum single, beint nú, at gerast lukkulig og nøgd í Gudi. Tí tað stendur (1.Tim.6,6). Eg ynski at koma at kenna Gud betur og tæna Honum betur, so eg kann siga sum Paulus (2.Tim.4,7-8). Á henda hátt, so fyrireikar Gud meg til tað, sum Hann hevur ætlað mær í framtíðini (Jer.29,11)
Eg gjørdi eina áskoðanarkanning á Instagram Vakurleiki.fo, um hvat tit hildu um at vera single. 60% søgdu tað var rotið og bara 40% søgdu tað var fantastiskt. Eg vóni hetta er broytt til 100% í dag. 🙂
Vit hoyra nógv um hjúnaband, hvussu Gud brúkar tað. Men at vera single er fantastiskt, ja betur, sambært Paulusi. Gud brúkar single menniskju sum meg og teg á undurfullan hátt, um vit velja at venda okkara eygu, fokus til Gud og geva okkara orku og tíð til Hann.
Hesin parturin var ómetaliga persónligur at deila, men eg vóni tað kann vera til troyst fyri tykkum sum eru single. Og ein góð áminning til tykkum, sum eru gift og forlovað, at stuðla og hjálpa tykkara single vinum í bara at vera single. Mong halda, at besti mátin at hjálpa einum single er at finna teimum ein sjeik/damu, men tað er ikki sannleikin. Besti mátin at hjálpa teimum er at vera teirra vinur. Biðja sama við teimum, vísa teimum vinaband og fortelja teimum, hvat tey kunnu gleðast í nú sum single. Tað kann hjálpa ómetlaliga nógv, hvussu er fyri meg.
Takk fyri tit hugdu við til endan. Um tit dámdu videoið og tað var tykkum til hjálp, so like’a videoið, um ikki so kunnu tit dislike’a. Subscribe’a til mína kanal. Um tit ikki hava Youtube, so kunnu tit fylgja mær á Facebook, Instagram ella Snapchat. Tit eru vælkomin at kommintera nirði undir og siga tykkara meining ella onnur hugskot.
Komandi fríggjadag, verður eitt fríggjadagsvideo á skránni, um Gud vil, so hyggið við tá!