Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Sex krevur samtykki… 

Eg koyrdi í mínum lítla, reyða bili mitt í Havnini. Við eitt raka eygu mínivið eitt skelti: “Sex… Ha?” Eg lesi umaftur: “Sex… krevur samtykki!” Eg koyri víðari og hugsi eina løtu um hesi orðini. “Sex… Samtykki…”Eg royni at fáa skil uppá hesa samansetingina.
Hettar var ikki síðstu ferð eg møtti hesum. Nei í hvørjari rundkoyring og hvørja ferð eg fór á Facebook, so var tað: “sex krevur samtykki.”  Orðini stardu so undrandi og spyrjandi eftir mær, sum um tey spurdu: “skilir tú ikki?!

Stutt eftir hettar, sá eg á forsíðuni á kvinnu “sex…” Næstan hvar eg vendi mær, so sá eg viðmerkingar alment um sex. So nógv býtt, tóm, meiningsleys skriv um sex. Og tó eru tey so eygnafangandi, júst sum tá eg koyrdi í lítla, reyða bilinum í Havnini. Sex… Tað er okkurt við hesum, ið rørir nakað so djúpt í míni sál, tó eg ongantíð havi upplivað hetta. Tað fór at undra meg hví. Og eg vendi mær til Gud. Gud sum hevur designað og skapt meg og teg, og sex. Alt við einum endamáli. Her eru 5 punktir um meg, teg og sex.

Sex krevur samtykki

 

1. Tú og eg

Hví skapti Gud teg og meg? Í 1.Mós.1,27 stendur, at Gud skapti teg og meg í Sínum bílæti. Hugsa sær málningurin Monalisa, hvussu stórt virði hon hevur. Monalisa er ein mynd av sonnu kvinnuni Madam Lisa, kona Francesco del Giocondo. Tað, ið gevur málninginum virði í dag er, at Leonardo da Vinci málaði hann. Hugsa tær í einari fluttari merking. Tú ert ímynd Guds. Tú ertskapanarverkið hjá heimsins besta listamanni. Harafturat kom Hesin Listamaður í likam fyri 2000 árum síðani og doyði fyri teg og útstrikaði allar tínar syndir. Tær stóru syndirnar, tær lítlu, tær duldu og tær opinberu. So nógv elskar Hann teg. Hesin listamaður er fullkomiliga bergtikin av tær. Hann kennir teg, allan sum tú ert. Tað er ikki ein síða ella skøva, ið er Honum duld. Hann er áhugaður í tínum lívið, eisini tær viðvíkjandi sex.

Heimsins besta listamanni

 

2. Hvar skal eg leita mær sex ráð?

Bestu sex ráðini koma sjálvandi frá einum eksperti. Hvør hevur størri vísdóm ella er meira ekspertur, enn Hann, ið skapti sex? Og tað er sjálvandi Gud! Gud skapti teg, títt likam, tínar kenslur og sex. Næstu 3 punktini verða um, hvat Gud sigur um sex, og hvussu Hann design’aði tað at verða praktisera.

 

3. Sex er ein gáva, men…

Sex er ein gáva, men hon skal nýtast í røttum samanhangi. Gud gevur okkum greiða vegleiðing í Bíbliuni um sex. Í Bíbliuni vegleiðir Hann, hvussu vit á bestan hátt kunnu uppliva gávuna av nærleika og kærleika, gjøgnum sex. Sex varð
ætlað at verða ein undurfull uppliving í einum hjúnarbandið millum mann og konu. Í einum hjúnarbandið var sex ætlað at forsyrgja likamligari, kensluligari og andaligari sambinding. Sex er límið í einum hjúnarbandi, ið ger tey til eitt.So til løtuna eftir eini hjún hava sagt teirra “ja”, er sex ein gáva, ið Gud signar tey við.

Git annars, hvat fyrsta boðið Gud gav í Bíbliuni? – Fyrsta boðið Gud gav var: “nørist” ella “fái børn.” Gud viðmælti Adam og Evu, sum hjúnum, at hava sex. Og Gud signaði tað, sum nakað vakurt. Ikki nakað keðiligt, hemmiligt ella vemmiligt. Nei, sum nakað vakurt, ið dýrmetti Gud. Gud skapti sex til hjúnarbandið at njóta, men eisini við tí endamálið at fáa mannættina at vaksa.

(1.Mós.2:24; Mark.10:6-9; 1.Kor.7:4, 1.Kor.13:4-8; Ef.5:3; Hebr.13:4; Orðt.5:15-19; Hásong.7:6-12)

 

4. Sex áðrenn hjúnarband

Heldur tú, at Bíblian er tigandi á hesum økinum, so fert tú skeivur. Gud, ið er faðir at teimum, ið hava tikið ímóti Honum við trúgv, ávarar síni børn ímóti at gera brúk av sex áðrenn hjúnarband. Hettar er tí, Hann veit hvussu spillandi og niðurbrótandi tað er fyri teg og tín maka. Uttan fyri hjúnaband, knýtir límið, ið skal knýta teg til hjúnarfelagan, teg til synd í staðin. Gud veit, hvussu vandamikið hettar er, tí ávarar Hann so álvarsliga ímóti. 

  • Síðu-viðmerking: Tá eg nevni sex uttan fyri hjúnarband. So er tað ikki bara at fara í song saman, men eisini óhóskandi filmsbrot, myndir, filmar og eisini tá sex verður nýtt til egna njóting uttan fyri hjúnarband.

At njóta sex uttan fyri hjúnarband er at gera neyðsemju og ikki Guds besta. Og Guds besta er ongantíð hitt næstbesta. Í Bíbliuni, kunnu vit lesa um tær syrgiligu avleiðingarnar, ið fylgdu Dávidi, tá hann dreiv hor við Batsebu (2.Sám.11). Hesar avleiðingarnar vóru ikki Guds ætlan fyri lív Dávids.

Kanningar vísa, at størsti trupulleikin í hjúnabondum, er sex áðrenn hjúnaband. Serliga, tá tey hava havt fleiri partnarar. Fyri okkum sum trúgvandi er hettar ikki bara niðurbrótandi sálarliga og likamliga. Men eisini andaliga, tí vit fáa ikki tænt Harranum av ærligum hjarta, tá vit hava dulda og ójáttaða synd í okkara lívi.

(1.Kor.6:18; 1.Kor.6:13-20; 2.Kor.12:21; Gal.5:19; 1.Tess.4:3-5; Ez.36:26)

Guds besta

 

5. Freisting av sex

Tað stendur í Bíbliuni, at Jesus var freistaður á allan hátt sum vit, – tó uttan synd (Hebr.4,15). Jesus kennir til okkara freistingar og hevur samkenslu við veikleikum okkara. Eisini tá tá kemur til freisting viðvíkjandi sex. Hendan freistingin loypir allastaðni á okkum í dag. Í telduni, í sjónvarpinum og enntá í tí almenna, bløðunum. Men Jesus skammast ikki við teg, orsaka av tínum veikleikum og freistingum. Nei, hann kennir til tað. Og Hann kennir teg, tí Hann skapti teg. Men tað besta er, at Hann kennir útvegin. Ein strategi, Jesus nýtti var bøn og at svara Satani aftur við brúk av versum í Bíbliuni! (Luk.22,42; Luk.4,4)

Ein maður í Bíbliuni, ið var freistaður at hava sex uttan fyri hjúnarband var tannáringurin Jósef. Tá hann var freistaður, so flýddi hann undan freistingini. Sex er ikki at spæla við. Sex hevur so sterka drívmegi, at vit sum menniskju í okkara holdi eru ikki ment at standa ímóti. Tað mest týdningarmikla avgerðin í løtuni, tá ein verður freistaður av sex er, sum Jósef einfalt at taka spurtin, renna avstað og taka frástøðu. Renna frá telduni, frá sjónvarpinum, frá bløðunum, frá sjeikinum/damuni… hvar/hvat tað so skal vera.

Hjarta Jósef var vent ímóti Gudi. Jósef vildi ikki synda móti Gudi. Hann visti og trúði, at Gud sá altíð alt. Slíkur Gudsótti hevði gagnast mær og tær.

At biðja, brúka Bíbliuna og renna avstað er nakað vit øll kunnu gera.

(1.Mós.39,6-12), (Mark.7:22-23; 1.Kor.6,18; 1.Kor.6:13-20)

Bíblian vegleiðir um sex

 

6. Sex synd

Um tú følir teg niðurtyngdan av sex synd, so minst til, at Gud hevur lovað at fyrigeva tær og reinsa teg frá allari órættvísi um tú játtar (1.Jóh.1,9). Gud vil hella Hansara náði yvir teg og dýkja teg undir við Hansara lekjandi kærleika og leiða teg móti grøðing, frá pínufullu sex valum og leiða teg inn í eitt nýtt stað, har Hann ynskir at endurnýggja teg.

(1.Kor.6:9; 1.Kor.6:18; Hebr.5:28, 1.Jóh.1:9)

Gud hevur lovað

 

Hvat krevur sex?

Krevur sex samtykki? Bíblian sigur, at ja, tað krevur samtykki millum ein mann
og eina kvinnu, haraftuarat landið (tvs. alment) og Gud. Við øðrum orðum: Sex krevur hjúnarband!

Um tú vilt fara í dýpdina við evninum, hvat Bíblian sigur um meg, teg og sex, so les versini, ið standa í klombrum.

Sex krevur hjúnarband
Skriva viðmerking