Í dag fara vit at hava um síðsta kapitulin í hesum heftinum, sum eitur “Hitt sanna lívið.” Hetta er eitt Emmaus Bíbliuskeið.

Sjálvt um ein trúgvandi ikki kann missa frelsuna, so kann hann burturspilla lív sítt, soleiðis, at tað einki virði hevur í ævinleikanum. Tað verður sagt: “Tann maður er ein dári, hvør ætlanir allar enda í tíðini, sum nú er.” Fyri at sleppa undan at burturspilla lívtsítt, so lærir Bíblian hetta:

  1. Tað kostar at verða ein sannur lærisveinur Jesusar. Øll trúgvandi eru Guds børn, men øll eru ikki sannir lærusveinar. Treytirnar fyri at verða ein sannur lærisveinur, lesa vit um í Matt.10,16-42 og Luk.14,25-35. At vera ein lærisveinur merkir at sleppa heimsins hugna og tryggleika. Tað merkir eitt sjálvnoktandi lív. Tað merkir fíggindskap við heimin. Tað merkir at leggja alt til síðis, fyri at fylgja Jesusi eftir.
  2. Gev lív títt av fríum vilja í hendur Jesusar (Róm.12,1).  Kom til tað avgerð, at tú gevur likam títt sum eitt livandi offur til Gudi. Hetta er ikki annað enn rætt, táið vit hugsa um alt, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum. C.T. Studd segði:

    “Er Jesus Kristus Gud, og doyði Hann fyri meg, so kann einki offur vera ov stórt fyri meg at geva Honum.”

  3. Slepp tráanini eftir tí í hesum lívinum fyri Jesuar skuld. Jesus segði: (Matt.16,25). Við øðrum orðum, um tú ynskir at kenna lívsins fullu gleði og lukku, so skalt tú liva fyri at toknast Jesusi og ikki tær sjálvum. Tann, sum livir fyri seg sjálvan verður eydnuleysur í Guds eygum.
  4.  “Bindið hátíðarofrið við togum líka inn at altarhornunum.” (Sálm.118,27). Tvs. Ger tað so torført sum møguligt fyri teg at venda aftur, við at kvetta øll bond, sum forða tær at liva eitt heilhjartað, lýðið og yvirgivið lív fyri Jesus. (Luk.9,23).
  5. Lat teg ikki villa av leið. Nógv trúgvandi byrja væl, men so missa tey tað andaligu sjónina og glíða aftur inn á teir gomlu vanarnar. Nógvir peningar, popularitetur, ávíst størv og heimsins vísdómur villa mong trúgvandi. Framtíðarútlit freista onnur av leið. Skeiv giftarmál og parløg hava verið mongum til fall, sum ynskja at verða lærsiveinar. Jesus segði: (Luk.9,62)
  6. Liv fyri at tæna. (Matt,20,28) Ein sannur lærisveinur ger sum Jesus, hann tænir øðrum. Royn ikki at vera tann, ið bert tekur ímóti, tí Jesus sigur, at tað er “Betri er at geva enn at fáa.” (Áp.20,35)
  7. Ger Jesus til kong yvir øllum økjum í lívið tínum. Ræður Jesus í lívi tínum, so skulu dagar tínir uttan iva hava virði fyri ævinleikan við. 

Heftið: “Nú hetta brævskeiðið fer at verða liðug, vilja vit fegin sláa fast, at kristindómur er ikki stuttlig dagdvølja, men nakað, sum tú yvirgevur teg til av heilum huga. Tað er ikki eitt lætt lív, men eitt stríð. Tað kostar einki at blíva kristin, men tað kostar alt av vera ein. Tað er ikki at vera væl umtóktur, men atsóktur, ikki hugni, men ein krossur. Men hetta er tað besta lívið. Tú tænir tí besta meistaranum. Løn tín er góð, og tær dámar arbeiði títt enntá betur enn løn tína. Virðisløn tín verður undurfull í komandi tíðum. 

Vit vilja tí innitreingjandi heita á teg, at geva lív títt til Kristus. Gev Honum títt allar besta. Halt einki aftur. Gævi tað var tín hægsta gleði, at hoyra Hann siga loksins: “Gott, tú góði og trúgvi tænari… far inn til gleði Harra tíns.” (Matt.25,21)

So andaliga lívið er hart, men tá vit koma til Himmals er tað alt stríðið vert.

Tit kunnu fáa hetta heftið, sum er partur tvey av eini røð.  Við at seta tykkum í samband við Mariu og Jens Bech ella meg á netinum ella við tlf. á 281461.

Skriva viðmerking