matt.6,33

 

Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Eg havi hugsað sindur um, hvat vit skulu gjøgnum ganga áðrenn summarferiuna. Har eru nógv spennandi evni, ið kundu verið tikin upp, so sum vísund, dinosaurar, bíbilsk prógv o.a. Men tað Gud hevur lagt mær á hjarta hesa vikuna er bókin Rutt. Eg hugsaði at gjøgnum ganga Ruttsbók live. Hetta byrjaði eg uppá fyri nøkrum vikum síðani. Trupulleikin var, at hesi videoini blíva burtur aftur aftaná 24 tímar. So fleiri spurdu um eg ikki kundi gera tað til eitt youtube video í staðin, so man eisini kann síggja tað aftur seinni. So næstu 4 vikurnar áðrenn summarferiuna fara vit at gjøgnum ganga Ruttsbók.

Aftaná hetta í Juli verið eg burtur í ein mánað og hjálpi nøkrum trúboðarum í Mexico, so eg veit ikki hvussu nógv tit frætta frá mær tá. Men eg hevði sett prís uppá um tit kundu havt meg, tey og verkið í tykkara bønum.

.

.

.

Í dag fara vit at gjøgnumganga Rutt kapitul 1.

Rutt er ein av mínum yndis bókum í bíbliuni. Hon er so stutt og løtt at lesa og inniheldur so nógvar dýrar sannleikar, sum hvørja ferð verða størri og størri fyri mær. Og so er bókin eisini sera romantisk! – haldi eg.

So eg hugsaði at lesa kapitulin saman og steðga á við nøkur vers. So eg hopi tit taka Bíbliuna fram og eina notesbók og eru við uppá tað! Tað er eisini eitt link til manuskriftið til videoið niðri undir, her. Eg vil fegin, at tit luttaka so nógv sum møguligt og viðmerkja tykkara tankar til mín privat ella alment í kommintarunum.

.

3278787889uiyn  vvffdddddddddd7888887333237888888888888888.

.

Ruttsbók info:

  • Evnið í bókini er trúgv, trúðskapur og endurloysing.
  • Minnist ørindi, sum kann setast sum yvirskrift yvir bókina er Matt.6,33-34 – tí hetta versið lýsir trúgv, trúgskap og endurloysing Rutts.
  • Rutt er ein av teimum bókum í Bíbliuni, sum er uppkallað eftir einari kvinnu. Hin bókin er Ester. Báðar bøkurnar eru partur av Guds endurloysingar søgu og ímyndar Guds stóru náði.
  • Vit vita ikki hvør hevur skrivað bókina, men jødisk søga sigur, at Sámuel kongur hevur skrivað hana.
  • Bókin er allarhelst skrivað, sindur aftaná hendingina, tvs. umleið 1011-970 F.Kr. av tí at bókin endar við at nevna Dávid Kong.
  • Bókin fer fram um tað mundi tá dómarnir ráða (1050-1000 F.Kr.), (Rutt.1,1). Meðan flestu fólk í Ísrael vendu sær burtur frá Gudi, kemur ein heidningur til trúgv á Gud.

 

..

Rutt kap.1

Eg fari at býta hendan kapitulin í fýra partar við yvirskriftum. Vit fara at lesa teir saman og tosa um teir.

  • Vers 1-5: Tá hin trúgvandi fer av leið…
  • Vers 6-13: Tá hin trúgvandi vendir við…
  • Vers 14-18: Søkir tú fyrst ríkið Guds ella alt hitt… (Matt.6,33)
  • Vers 19-22: Heimkoman…

 

Vers 1-5: Tá hin trúgvandi fer av leið…

Vit lesa her, um at hungursneyð er í Betlehem. Betlehem merkir “breyðhús” og “fruktagott”. Nokkso mótsigandi ha? Hungurneyð í Gamla Testamenti í Ísrael var nevniliga eitt tekin um, at Ísrael hevði syndað og gjørt ímóti Guds boðum. (Les. 3.Mós.26).

Elimelek fer úr lovaða landinum og leiðir familju sína til Móabsland, sum er ein mynd av hugmóð. Elimelek merkir “mín Gud er kongur”. Men í sínum stoltleika og vánaliga atburði vísir Elimelek, at Gud ikki er hansara Kongur. Elimelek setir ikki sítt álit á Gud at geva honum føði. Hann søkir ikki fyrst ríkið Guds. Elimelek søkir alt hitt fram um Gud. So Elimelek, sum skal vera andaligi leiðari í familjuni, leiðir familju sína í óføri. Hann leiðir tey til eitt syndafult land, sum Gud hevði bannað teimum. (5.Mós.23:3) Í Móabslandi gera synirnir sum pápin, ímóti Guds boðum. Teir fáa sær hvør sína Móabitiska kvinnu (Les 5.Mós.7:1-3; Ezra 9:1-2; Neh.13:23-25).

Elimelek og synirnir doyggja í landinum og kvinnurnar sita einsamallar eftir. Noomi, sum merkir hin “lukkuliga”, var nú ólukkulig.

.

Vers 6-13: Tá hin trúgvandi vendir við…

Noomi vendir við aftur til heimland sítt. Hon sær at avgerðin tey tóku var skeiv, og hon nú lýðir undir avleiðingunum tey tóku. Men vit læra her, at tað hevur signing at venda við. Vit lesa nemliga í Matt. 1, at Rutt (svigerdóttir Naomi) er í ættartalvu Jesusar. 

Ert tú sum trúgvandi farin av leið, so vend við. Vit síggja her, hvussu stóra signing tað hevur at venda við aftur til Gud og samkomuna. At vit gera sum versið sigur: “søkja fyrst ríki Guds…” (Matt.6,33)

Á leiðini heim aftur eggjar Noomi svigerdøturnar at velja tað tryggja. Hon eggjar tær at “søkja hitt umframt”. Hon greiður teimum frá, at hon hevur ongar synir og kann ikki geva teimum mat, klæði og heim. At fylgjast við Noomi heimaftur, er at lata alt frá sær, heim, hús, familju og vinir. Tað er at taka upp krossin og at leggja alt í Guds hendur.

.

Vers 14-18: Søkir tú fyrst ríkið Guds ella alt hitt… (Matt.6,33)

Orpa velur at fara heim aftur, men Rutt vil ikki yvirtalast. Vit síggja her, hvussu vís Rutt er í sínum valið at fylgja Gudi eftir. Hon hevur ikki einans valt at viðurkenna Hann sum Gud. Hon viðurkennur hann sum Kong og Leiðara í hennara lívið, hennara Forsyrgjara ella breyðhús og hennara Lukku. Rutt livir heitini hjá Noomi og Elimelek. Tað Rutt í veruleikanum sigur er Matt.6,33:

“Nei, Noomi, eg søki fyrst ríkið Guds og rættvísi Hansara. So skal alt hitt vera givið mær umframt. Eg stúrið ikki fyri degnum í morgin, nei dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni!”

Kanst tú siga hetta? Ella kanst tú siga hetta, sum Rutt segði við Noomi, við Gud?

“Nei, hagar sum tú fert Gud, hagar fari eg. Har sum tú búsetist, har búsetis eg. Fólk títt skal vera fólk mítt. Og Gud tú skalt vera Gud mín. Har sum tú doyði, har vil eg doyggja, og har vil eg vera jarðað. Harrin lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!”

Eg hugsi, at í hesum kunnu vit hyggja at lívið Jesusar.

  • Hvar fór Jesus? Hann fór til syndarnar og teimum sum tørvaði lækna.
  • Hvar búsettist Jesus? Hann hevði einki veruligt heim her á jørðini, hansara heimstaður var Himmalin. Tað er sum sangurin hjá Regin sigur, at vit eru sum fjakkarar á ferð.
  • Fólk Jesusar, tey eru samkoman, frelstir syndarar.
  • Hvar og hvussu doyði Jesus? Á einum krossi og var vanvirdur. Lærusveinar Jesusar vóru glaðir, at teir kendu seg verdan, at verða húflongdir og píndir í navnið Jesusar. Rokna vit tað sum vinning, tá vit líða ilt fyri at gera væl. Líða ilt og spott tá vit tæna Jesusi?
  • Rutt legði einki í vanæruna at fylgjast heim við Noomi og vanlagnuna. Somuleiðis eiga vit ikki at leggja í vanæruna at fylgja Jesusi eftir. Men at vit rokna royndir sum gleði (Ják.1,2-4)

.

7788Vers 19-22: Heimkoman…

Noomi kemur heim, og hon viðurkennir sína synd, at hon við familjuni fór av leið. Hon sigur “kalla meg Mara”, tað merkir hin ólukkuliga ella sorgarbudna.

Tað er ofta soleiðis, tá vit sum trúgvandi venda við til Gud. Vit kenna okkum so innholað av syndini, so sorgarbundin og brotin. Men vit hava hesi lyftini 1.Jóh.1,9; Sálm.34,19. Hon man hava kent seg sum Dávid í Sálmi 51.

Tað undurfulla við Gudi er, at Hann elskar tá vit venda við. Hann signar okkum so ríkiliga, tá vit venda við og gevur okkum av hansara signingum. Ja, hann dýkir okkum undir í signingum sum vit lesa í Sálm.23,5: “…Tú borðreiðir fyri mær… tað rennur út av steypi mínum.”

Í komandi kapitlunum fara vit at síggja, hvussu Gud signar Noomi og Rutt fyri at tær hava valt at søkja Gud fyrst. Og hvussu Gud so gevur teimum alt hitt umfram sum versið sigur. Og tað meir, Gud signar tær so nógv, at tað rennur út úr teirra steypi. Rutt fær nemliga ikki bara føði, men møtir einum undurfullum, gudsóttandi manni, sum eitur Boaz. So hygg við næsta týsdag! 🙂

.

..

Takk fyri í dag. Næstu ferð fara vit at granska kapitul 2 í Rutt.

Viðmerkið endiliga niðri undir og stuðli mær við at dáma og deila ella senda hetta videoið til tykkara vinfólkum.

Skriva viðmerking