ROYNDIR, SVÁRAR TÍÐIR OG TROYST

Wounded by God's People: Discovering How God’s Love Heals Our HeartsWounded by God’s People: Discovering How God’s Love Heals Our Hearts (Anne Graham Lotz): 

Anna Graham Lotz hevur verið djúp særd av Gud’s fólki. Nøkur sár eru djypri enn onnur, nøkur uttan orsøk, og onnur orsaka av hennara egna atburði. Uttan mun til orsøk, so hava øll sárini verið líka svár. Sárini tykjast eisini at særa meira, tá særarnir onkursvegna eru bundnir at kristindómi ella eini samkomu/kirkju.

Anna byrjar bókina við Bíbilsku søguni Hagar. Hagar var særd av Guds fólki, og við henni hevur Anne djúpa samkenslu. Anne vísir á frá egnum royndum at “at sára” er ein áhaldandi gongd, ið má steðgast. Og einans við Guds náði kunnu vit steðga hesi gongd.

.

.

Finding God's pathFinding God’s Path Through your Trials (Elizabeth George): “Bókin hjálpir okkum at síggja, at royndir og svárar tíðir ikki koma fyri at straffa okkum, men heldur at læra okkum tol, empati og áhaldni. Royndir kunnu hjálpa okkum at vaksa andaliga. Høvundurin siterar ofta Ják. 1:2-3 úr Bíbliuni – “count it all joy when you fall into trials”. Sum heitið sigur, so kunnu vit ígjøgnum royndir og annað læra at finna og ganga Guds leið.” Sigrið Nicodemussen

.

.

Peace-Perfect-PeacePeace, Perfect Peace (F.B. Meyer): “Svárar tíðir, sorg og deyði er ein partur av heiminum vit liva í. Men fyri hin trúgvandi, so – burdi – hansara sjónarhorn og aftursvar til hesar sváru tíðir verið annaðleiðis frá einum, sum ikki kennir Kristus. Hendan bókin vísir lesaranum Guds hjarta, og greiðir frá Guds friði til særda, syrgjandi hjarta.” – Dina Jensdóttir Bech

Annað: Keyp

.

.

BounderiesBounderies: Participant’s Guide: When to Say Yes, How to say No (Dr. Henry Cloud, Dr. John Townsend): Sunn forhold og eitt sunt lív er bundið at vit røkja okkara persónligu landamark. Men mong trúgvandi vita ikki hvar tey skulu byrja. Í hesi bókini geva Dr. Henry Cloud and John Townsend góð lívsbroytandi ráð. Teir byggja síni sálarfrøðiligu ráð á Bíbliuna og vísa, hvussu vit kunnu brúka hetta í okkara dagligdegi fyri at lækka m.a. um stongd í arbeiðasplássinum, hjúnabandið, familju, vinabondum osv.

Skriva viðmerking