Hevði tann undurfulla møguleika at hava eitt sera áhugavert prát við Katrin og Gurðun frá Røddini (KVF) um vísund, kristindóm, miðlar og kvinnur og tøgn. Sera áhugaverdir spurningar at sleppa at deila nakrar tankar um. 
Røddin skrivar soleiðis, á teirra síðu:
“Vakurleiki.fo: Bíblian stendur ikki í tvístøðu við vísund
Dina Jensdóttir Bech svarar spurningum, sum fólk flest hava, men sum nógv kristin ikki tora at spyrja
07.03.2018 – 15:51

Í hesum filminum svarar Dina millum annað spurningar um dinosaurar og Darwinismu, og hon vil vera við, at kristin hava rætt at spyrja hesar spurningarnar, tí teir skulu ikki setast til síðis.

Dina lesur alisfrøði á Setrinum, henni dámar væl, og hon ger sjálv nógv burturúr at seta vísindi í samband við bíbliuna. Hon hevur enn ikki funnið nakra tvístøðu.”

 

Skriva viðmerking