Beskrivelse
Hevur tú onkur ynski ella fyrispurningar um aðra týðing/umseting ella viðmerking, so ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við meg á Facebook Dina J. Norðberg ella spyr@vakurleiki.fo.
SNIÐ
Ein (16,5 x 21,5 cm) veggja kalendari, ið er innbundin í ringbind við kvalitets pappíri og prenti. Hvør mánaður er prýddur við versum og vatnmálningum av føroysku náttúruni. Sum nakað nýtt ber til at velja millum tvær Føroyskar umsetingar.
Eisini er hvør mánaður merktur við øllum føroyskum, viðkomandi heili- og merkisdøgum. Eisini eru viku nummar og alt, ið tær tørvar at skipa árið, ið stendur fyri framman, um Gud vil. Eisini er pláss at skriva egnar viðmerkingar, føðingardagar o.a. eftir egnum ynski.
Hond kalendarin og hesin veggja kalendarin rigga sera væl at brúka saman. Ein kann hanga uppi og hin kanst tú hava við tær út.
LESTRARÆTLAN
Seinastu árini havi eg eisini gjørt eina lestrarætlan í kalendaran. Mánadag til leygardag eru nøkur skiftbrot at lesa og strika út, ið eru ætlað til øll; vantrúgvandi og øll trúgvandi. Serliga tey, ið eru nýggj í trúnni ella tey, ið eru í einum tíðarskeiði, har tað kennist trupult at lesa í Bíbliuni. Eisini ber til at lesa hesi skriftbrot saman, sum familja um morgunin ella við døgurðaborðið, so kunnleikin til Skriftirnar kann vaksa.
Sunnudag er einki skriftbrot sett á, og tá ber til at lesa okkurt brot, ið tú ikki náddi at lesa ella okkurt annað í Bíbliuni.
Skriftbrotini, ið vit lesa gjøgnum árið eru litað grá í lestrarætlanini. Ætlanin fylgir við kalendaranum og er ókeypis. Gjøgnum árið lesa vit í ymiskum bókum í Bíbliuni. Tú hevur eisini møguleika at lesa meira enn tað ásetta ella gera tína egnu lestrarætlan.
Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so eru tit altíð vælkomin at bíleggja við at enda mær eini boð á Facebook ella spyr@vakurleiki.fo
Vit royna okkara besta at fáa allar sendar út, áðrenn jól so tit kunnu geva teir í jólagávu. Til ber eisini at velja skund-levering, um tað hevur skund at pakkin kemur fram.
– Dina Jensdóttir Norðberg, © www.vakurleiki.fo