Beskrivelse
Ein sniðgjørd Vakurleiki.fo taska prýdd við blómum og tekstinum: Blóma har tú ert plantað. Taskan er úr hágóðsku. Hon er snøgg og heldur væl. Hon er 38 cm long og 33 breið. Reimin á taskuni er 20 cm høgt. Taskan hevur hon lynlás. Eisini hevur hon ein innara lumma til telefon ella kort. Taskan er løtt (vigar 120g.)
Skriva viðmerking
Dina Jensdóttir Norðberg –
Eg persónliga eri so glað fyri hesa taskuna og brúki hana hvønn dag til arbeiðis, bindiklubb o.t. Vónandi vera tit líka glaðar fyri hana 🙂
Torgerđ Andreasen –
Eg eri so glađ fyri mína tasku. Eg brúki hana hvønn dag og eftirsum eg búgvi í Dk eru fleiri sum spyrja inn til hvat tađ merkir, og tađ gevur mær høvi til at byrja eina so góđa samtalu.
Mítt absolut yndis ting viđ henni er at hon er so praktisk, hon hevur lynlás og ikki minst ein lítlan lumma sum hevur hjálpt mær at halda stýr á mínum lyklum
Anna Berjastein Joensen –
Eg eri sera glað fyri taskuna.
Ein snøgg og praktisk taska, sum eg perónliga nýti til at hava Bíbliu, blokk og tílíkt í.
Taskan hevur lynlás, sum ger at einki dettur úr og í taskuni er eisini ein lítil lummi, sum er væl egnaður til smærri ting, so sum pennar, lyklar og annað.
Teksturin sum sæst á taskuni, “Blóma har tú ert plantað”, er ein góð áminning um, at
Harrin hevur sett teg har sum tú ert og Hann ynskir at tú skalt blóma á tí stað Hann hevur sett teg.
So eg viðmæli tykkum at keypa tykkum eina!
Alisa –
Góðskan er framúr – tolir nógv av. Vakurt snið og prent, sum situr væl á toynum.
Og so er prentið eisini vakurt og uppbyggjandi/áminnandi <3