Tilbud

Veggja kalendarin 2023

150,00 kr.

SNIÐ

Ein (16,5 x 21,5 cm) veggja kalendari, ið er innbundin í ringbind við kvalitets pappíri og prenti. Hvør mánaður er prýddur við føroyskum, sniðgjørdum versum og vatnmálaðum blómum.

Eisini er hvør mánaður merktur við øllum føroyskum, viðkomandi heili- og merkisdøgum. Eisini eru viku nummar og alt, ið tær tørvar at skipa árið, ið stendur fyri framman, um Gud vil. Eisini er pláss at skriva egnar viðmerkingar, føðingardagar o.a. eftir egnum ynski.

LESTRARÆTLAN

Seinastu árini havi eg eisini gjørt eina lestrarætlan í kalendaran. Mánadag til leygardag eru nøkur skiftbrot at lesa og strika út, ið eru ætlað til øll; vantrúgvandi og øll trúgvandi. Serliga tey, ið eru nýggj í trúnni ella tey, ið eru í einum tíðarskeiði, har tað kennist trupult at lesa í Bíbliuni. Eisini ber til at lesa hesi skriftbrot saman, sum familja um morgunin ella við døgurðaborðið, so kunnleikin til Skriftirnar kann vaksa.

Sunnudag er einki skriftbrot sett á, og tá ber til at lesa okkurt brot, ið tú ikki náddi at lesa ella okkurt annað í Bíbliuni.

Skriftbrotini, ið vit lesa gjøgnum árið eru litað grá í lestrarætlanini. Ætlanin fylgir við kalendaranum og er ókeypis. Gjøgnum árið lesa vit m.a. alt Matteus, Ápostlasøguna, Efesusbrævið og fyrra og seinna Timoteusar bræv. Tú hevur eisini møguleika at lesa meira enn tað ásetta ella gera tína egnu lestrarætlan.

Hond kalendarin og hesin veggja kalendarin rigga sera væl at brúka saman. Ein kann hanga uppi og hin kanst tú hava við tær út.

SKJÓTT ÚTSELDIR

Øll árini líka frá 2018, blivu kalendarnir útseldir stutt aftaná teir komu út. Bílegg tær tín í dag niðanfyri her.

Kalendar, ið eru bílagdir á heimasíðuni í september og november vera koyrdir út fyrst í desember. 

Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so kann hann eisini keypast hjá frá El-handlinum á Tvøroyri og í Skálanum á Skála.

© www.vakurleiki.fo

På lager

Du kunne også være interesseret i...