Tilbud

KALENDARIN 2022

150,00 DKK

På lager

Kategori:

Beskrivelse

SNIÐ

Ein (16,5 x 21,6 cm) veggjakalendari, ið eg sjálv prenti og innbindið í ringbind við kvalitets pappíri og prenti. Hvør mánaður er prýddur við føroyskum, sniðgjørdum versum og blómum. Alt gjørt við nógvum umhugsni og nærlagni.

Eisini er hvør mánaður merktur við øllum føroyskum og viðkomandi heili- og merkisdøgum. Eisini er pláss at skriva egnar viðmerkingar, føðingardagar o.a. eftir egnum ynski.i verður hann merktur við øllum mánaðmerkingum.

 

SKJÓTT ÚTSELDIR

Kalendarnir bæði fyri 2018, 2019,2020 og 2021, blivu útseldir stutt aftaná teir komu út. Bílegg tær tín í dag niðanfyri her.

Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so eru tit altíð vælkomin at bíleggja við at enda mær eini boð á Facebook ella spyr@vakurleiki.fo

 

 

NÝTT

Sum seinasta ár, so er aftur ein lestrarætlan við í kalendaranum í ár. Hendan er nýggj.

Mánadag til leygardag eru nøkur vers at lesa og strika út, ið eru ætlað til øll: vantrúgvandi og øll trúgvandi. Serliga tey, ið eru nýggj í trúnni ella tey, ið eru í einum tíðarskeiðið, har tey kenna tað trupult, at lesa í Bíbliuni regluliga. Eisini ber til at lesa hesi versini saman, sum familja um morgunin ella við døgurða borðið, so kunnleikin til Skriftirnar kann vaksa.

Sunnudag er einki vers sett á, so her er høvið at lesa okkurt brot, ið var gloymt, okkurt torført brot umaftur ella okkurt annað í Bíbliuni.

Versini, sum eru í kalendaranum eru litað í lestrarætlanini. Vit lesa m.a. alt Markusar evangeliið, nakrar kapitlar úr orðtøkunum, sálmunum, 1.Mósebók, osfr. Tú hevur eisini møguleika at lesa meira ella gera tína egnu lestrarætlan við at strika kapitlarnar út á einum arkið, ið fylgir við kalendaranum í ár.

 

© www.vakurleiki.fo

Skriva viðmerking