Tilbud

KALENDARIN 2021

200,00 DKK 150,00 DKK

SNIÐ

Ein (16,5 x 21,6 cm) veggjakalendari, ið er innbundin í ringbind við kvalitets pappíri og prenti. Hvør mánaður er prýddur við føroyskum, sniðgjørdum versum, blómum og fuglum o.ø..

Eisini er hvør mánaður merktur við øllum føroyskum og viðkomandi heili- og merkisdøgum. Eisini er pláss at skriva egnar viðmerkingar, føðingardagar o.a. eftir egnum ynski.i verður hann merktur við øllum mánaðmerkingum.

 

SKJÓTT ÚTSELDIR

Kalendarnir bæði fyri 2018, 2019 og 2020, blivu útseldir stutt aftaná teir komu út. Bílegg tær tín í dag niðanfyri her.

Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so eru tit altíð vælkomin at bíleggja við at enda mær eini boð á Facebook ella dinabech@vakurleiki.fo

Kalendarnir koma til Føroyar síðst í november ella fyrst í desember.

 

 

NÝTT

Sum nakað nýtt, so er ein lestrarætlan við í kalendaranum í ár. Mánadag til leygardag eru nøkur vers at lesa og strika út, ið eru ætlað til øll: vantrúgvandi og øll trúgvandi. Serliga tey, ið eru nýggj í trúnni ella tey, ið eru í einum tíðarskeiðið, har tey kenna tað trupult, at lesa í Bíbliuni regluliga. Eisini ber til at lesa hesi versini saman, sum familja um morgunin ella við døgurða borðið, so kunnleikin til Skriftirnar kann vaksa.

Sunnudag er einki vers sett á, so her er høvið at lesa okkurt brot, ið var gloymt, okkurt torført brot umaftur ella okkurt annað í Bíbliuni.

Versini, sum eru í kalendaranum eru litað í lestrarætlanini. Vit lesa m.a. alt Jóhannesar evangeliið, nakrar kapitlar úr orðtøkunum, sálmunum, osfr. Tú hevur eisini møguleika at lesa meira ella gera tína egnu lestrarætlan við at strika kapitlarnar út á einum arkið, ið fylgir við kalendaranum í ár.

 

© www.vakurleiki.fo

På lager

Kategori: