CORONA, BRÚDLEYP & DÁNIEL
HOYR PODDINPoddur #11
Í hesum poddinum, parti 11, fara vit at tosa um covit-19, brúdleypið hjá mær sum er í væntu og Dániel og vinmenn hansara. Ja, Dániel-í-leyvibølinum, Dániel.

Covit-19
covit-19 ella coronavirus, er ein umfarssótt, sum kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu.

Brúdleypið
Okkara brúdleyp, skal eftir ætlan vera 4.apríl. Vígslan skuldi eftir ætlan vera í Nerija á Skála kl.13.30. Eftir vígsluna receptión og um kvøldið ein døgurði fyri teimum nærmastu. Dagin eftir hugsaðu vit at hava brúðarhús. Hetta er tó alt óvist nú covit-19 herjar á, so nú taka vit alt bara dag fyri dag.

Dániel & JOB
Dániel og Job eru tveir persónar, sum vit lesa um í Gamla Testamenti. Báðar lesa vit í tveimum bókum, ið bera teirra egna navn: Dániel og Job. Job, Dániel og vinmenninir hjá Dániel møttu allir torførum tíðum. Allir stóðu í hesum tíðum og skuldu svara spurninginum: Er Gud verdur at tilbiðja og prísa í slíkum tíðum?
Vers:
Job 2:10; Dán.3:17-18; Sálm.73:26-28.
Hvat er Prátið Podcast?
Eitt nýtt virksemi umvegis heimasíðuna er Prátið Podcast. Á hesum podcastinum práta vit um alskyns spurningar. Fleiri truplir spurningar, ið koma inn eru truplir og fyri summi taboo. Hetta smæðist eg ikki burtur við at taka upp og seta orð.
Tú ert eisini vælkomin at senda spurningar umvegis teldupostin pp@vakurleiki.fo ella sum dulnevndur á tellonym.me/vakurleiki.fo
Tað nýggjasta á blogginum
Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
Er tað nokk at lesa Bíbliuna og vera trúgvandi, ella skal man eisini ganga í kirkju ella vera í samkomu? ︱ Filipbr. pt. 19
Dagsins Tellonym spurningur "Eg elski Gud og trúgvi og haldi eg eri frelst, men eg biði ikki... ikki tí eg ikki vil, men eg gloymi tað bara... kann eg vera frelst." Er tað nokk at lesa Bíbliuna og vera trúgvandi, ella skal man eisini ganga í kirkju ella vera í...
Kristin eru sum grísar við kettunátúru?︱ Filipbr. pt. 18
https://youtu.be/cHDIy2-QtM4 Verið glað! Men verið ansin fyri lygilærarum! (Filip.3:1-2): Og síðani, brøður mínir - gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi. Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir...
Kann ein kristin krevja grøðing?︱ Filipbr. pt. 17
https://youtu.be/9i6DG3J1n_0 Epafroditus sum eitt fyridømi (Filip.2:25-30): Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni. Tí...
Fylg við
týsdagar
Prátið podcast kl.8:00
Fríggjadagar
Kreativ video og vlogar kl.8:00