Sum børn, so vaksa vit upp og hoyra, hvat vit skulu og ikki skulu gera. Tað verður sagt við børn: “verð blíð/ur, minst til at deila, ikki lúgva, ver takksom/samur.” Og vit kundu hildið á fram. Hava tit nakrantíð sagt hetta við tykkara systkin ella egnu børn?

Bíblian biður okkum, ið fylgja Kristusi eftir, nevniliga, gera tað, sum er rætt og ikki tað, sum er skeivt.

Gal. 5:25

Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!

Og andin leiðir okkum soleiðis:

Gal. 5:22-23

Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti, spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.

Og kærleikin, ið er av Gudi, ber seg soleiðis at:

1. Kor. 13:4-7

Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.

Tað er gott at vera mintur á hesi ting. Og eru vit erlig, so gloyma vit sum menniskju lætt, eisini tá vit gerast eldri. Og sum vit eldast, so hava vit ikki foreldur, ið áminna okkum. Men sum kristin, so hava vit Anda Gud, ið býr í okkum og Hann ynskir at leiða okkum Guds veg.

Men tá vit velja at gera: “Tað rætta” ella “tað skeiva”, hvat er so okkara drívmegi handan gerðina? Og ein annar djypri spurningur er: Hví fylgja vit Jesusi Kristusi eftir?

Er tað tí, onkur hevur biðið okkum gjørt tað?

Er tað tí, tað er rætt?

Sum børn, so aktaðu vit, tá foreldrini søgdu “gerið hetta…” ella “ikki gerið hatta.” Alt okkum tørvaði fyri at akta var at hoyra: “…tí eg sigi tað” ella “…tí mamma sigur tað”. Kanska aktaðu vit bara, tí vit tímdu ikki at heysta avleiðingarnar.

Men sum vit gjørdust eldri og klókari byrjaðu vit at spyrja “hví?”. Hví skulu vit gera hetta? Og hví skulu vit ikki gera hatta?

Lat okkum rannsaka okkum sjálvi aftur, sum vit gjørdu tá og spyrja: Hvat er drívmegin aftanfyri avgerðirnar, ið tú tekur? Hví fylgir tú Jesusi Kristusi?

Kanska tú svarar: “Ja, men tað er tí tað er rætt.”

Fyri okkum kristin, ja, so er Bíblian, Guds orð, okkara moralska kumpass. Tað er við, at lesa Bíbliuna, at vit læra at døma um, hvat er rætt og skeivt at gera. Hvørja leið vit skulu ganga.

Men hetta “at tað er rætt” eigur ikki at vera einasta orsøkim, at vit fylgja Gudi.

Týdningarmesta orsøkin, at vit fylgja Gudi er tí, vit elska Hann.

Jóh. 14:23

Jesus svaraði honum: “Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.

Alt, ið vit av sonnum gera fyri Gud, verður gjørt og drivið av tí kærleika, vit hava til Hansara.

Gert tú eitt hvørt uttan kærleika til Gud, so er tað sum at gera eina venjing, ið tú ikki tímur. Hvussu leingi fert tú at halda á, inntil tú gevst?

Bara at vita, at eitthvørt er skeivt (í høvdinum), er ikki nóg mikið. Tað er ikki tað, ið ger, at vit halda á og halda út. Okkum tørvar eina veruliga orsøk, ið gevur størri drívmegi.

Okkum tørvar kærleika til Gud…

Men einasta orsøkin, at vit elska Gud, er tí Hann elskaði okkum fyrst. Tað er Hansara kærleiki, sum noyðir okkum, sum dregur okkum. Júst sum ein verður drigin á eini rullitrappu. Paulus skrivar

2. Kor. 5:14

Tí kærleiki Kristusar tvingar okkum;

Sum Paulus hugsar um Guds djúpa kærleika til hann, so kann hann ikki lata vera men vera drigin av Guds kærleika og tæna Honum og akta Hann. Jesus sigur:

Mar. 12:30

Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.”

At minnast Guds kærleika og at elska Hann aftur, gevur okkum drívmegina at gera eitt og hvørt fyri Jesus. Tað er orsøkin, at kristin enntá megna at vera atsøkt, tola hatur og spott – og tó gleðast.

Eisini, tá tað kemur til onnur ting, so sum at halda seg frá pornografi, frá øvundsjúku ella frá baktal. So megna vit hetta bert, tá kærleikin til Gud drívir okkum. Okkum tørvar meira enn bara vitan. Okkum tørvar kærleika.

 

Kærleiki til Gud er týdningarmiklari enn vitan um rætt og skeivt // Poddur #13

 

Kærleiki til Gud er týdningarmiklari enn vitan um rætt og skeivt // Poddur #13

Skriva viðmerking