Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech. Makeup: Benita Winther Jensen. Photography: Heidi Wolles Ljósheim
Sum eg haldi tað er undurfult, at eiga vinir, sum duga betur enn eg. Veitst tú hví? Jú, tí eg kann læra so nógv frá teimum. Harafturat kunnu teir hjálpa mær.
Eg hugsaði ein dagin, hví eg ikki strekti nóg langt. Tað var so nógv ymiskt, eg hevði hugsað mær at gjørt. Men eg rakk ikki við avmarkingum av talentum, tíð og stað. Tá var tað, Gud minti meg á vinfólk og familjuna kring meg. Ístaðin fyri, at Gud gav mær øll verðsins talentir og ómarkaða tíð, so gav Hann mær vinir og familju (Orð.18,24; Sálm.25,14). Wauw! Mín bøn er tí, at eg má læra at virðismeta hesar vinir, og lata teir hjálpa mær. – So næstu ferð onkur dugir okkurt væl, kanska enntá betur enn tú. So minst til, hvussu heldig tú ert og sig:
“Tak Gud, at tú hevur signað meg við einum so dugnaligum vini sum honum. Hjálp mær at vera takksom, og biðja vinin læra meg ella hjálpa mær, tá mær tørvar hann.”
Ein dagin var eg og vitjaði tvær so dugnaligar, fittar og trúgvandi vinkonur. Saman settu vit hetta outfit’ið saman, ja, nøkur uppskot til tykkum gentir. Gerandisklæðir, við vøkrum, heitum og nátúrligum heystarlitum.
Fleiri myndir:
Heidi tók so nógvar góðar myndir, so eg valdi nakrar úr rúgvuni omanfyri. Her eru fleiri:
Make-up: Benita Winther Jensen
Photography: Heidi Wolles Ljósheim