Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech. Photograhpy: Petra Mørkøre.
Ein leygardag fóru eg, systi mín og photografurin Petra Mørkøre, ein túr út at taka myndir. Vit tóku so nógvar myndir saman, sum eg gleði meg at sleppa at brúka í framtíðar bloggum. So hetta verður ikki síðstu ferð tit síggja til hesar vøkru og festligu myndirnar, sum dugnaliga Petra Mørkøre hevur tikið. Vit fóru ordiliga på eventyr og høvdu tað so stuttligt saman, sum tað uttan iva sæst á myndunum.
Troyggjan, sum eg eri í, havi eg sjálv bundið úr Sandes Garn. Hon hevur fingið sín íblástur frá gomlu Gurðun&Gurðun troygguni. Lynlásið er hvítt við diamantum, og ístaðin fyri at hava flagg á ermuni, so eru tær prýddar við einum gomlum norskum mynstri, sum kallast Marius.
Myndirnar hevur Petra Mørkøre tikið. Síggj meira myndir á hennara síðu við at trýsta her á Instagram og kontakta hana har.