http://www.youtube.com/watch?v=saSxzy1ot_s

 

Fororð – Eftir jól

Í dag, so er tað fríggjadagur, og á skránni so havi eg eina lítla kamars-re-dekoratión. Jólini eru við at vera av, men enn er myrkt úti, so eg fekk hug at gera kamarið eitt sindur meira hugaligt í hesi myrku tíð.

Ja “re-decoration” eg veit ikki hvat annað, vit kunnu kallað tað enn “endur-pynting” á føroyskum. Kanska onkur av tykkum hevur eitt betur orð, enn tað eg nýtti.

Mær dámar væl tann hugaliga retro-heita-brúna-vintage-stílin. So eg fór á Pinterest at finna íblástur og tók nøkur av hugskotunum til mín. Persónliga dámar mær best at skapa prýðislutirnar sjálv á ein einfaldan hátt fyri bíligan penga. Hetta ger eisini prýðislutirnar meira persónligar.

Litirnir eg valdi var brúnt, grønt, húðfarva (nude), svart og hvítt.
nýtt ár - nýtt prýði

Perur og træ

Í jólagávu fekk eg hesar vøkru perfumu-perurnar, sum babba kallar tað. Perurnar hava akkurát hendan kuula stílin
sum mær dámar so væl. Frá ommu fekk eg eina grein, sum eg setti í eina fløsku við steinum í, fyri at gera fótin nóg tungan. Síðani vant eg keduna um greinarnar.

træ og perur

Rammur

Mær dámar so væl at hava myndir hangandi á vegginum av familju og vinum. Síðsta summar keypti eg fleiri rammur við mongum frískum litum: grønum, pink, lilla og alt møguligt. Nú var eg vorðin troytt av litunum, men rammurnar vóru enn góðar. So eg gjørdi av bara at klaga tær við pappíri. Og tær fingu eitt ordiliga kuul retro look. Tað góða er at eg brúkti bara vanliga límstift, so eg kann taka pappírið og límið av aftur.

Klaga rammur

Prýði á fati

Eg var í Bónus í Miðlon í Havn og har fann eg hesi ljósini í hesum vakra “nude”/húðfarva litinum, sum mær dámdi so væl. Eg setti tey á hendan bakkan saman við hesum urtapottinum eg havi havt eina tíð.Prýði á fati

NYC í ljósum

Her keypti eg nakrar ljósperur í Bónus, ið eru sera smáar á jarntrái. Tær hongdi eg upp við læraratyggigummi, sum eg formaði til ein bý.

Klovnir stabbar

Klovnir stabbar

Hesar stabbarnar fekk eg í einum brúdleypið, men teir eru annars sera einfaldir at gera sjálvur sum tú sært. Í hesar setti eg quotes/citat/orðatøk. Eitt annað tú eisini kanst gera er at skriva okkurt sjálvur á ein lepa.Klovnir stabbar

Niðurstøða

Eg var sera væl nøgd við kamarið. Mær dámar so væl perur, prýði og hugna. So tað bleiv akkurát soleiðis sum eg vildi hava tað.

 

Skriva viðmerking