Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

.Eg stari upp á víða, bláa, svarta himmalin og síggi stjørnurnar bleiktra. Bara ikki vindurin fer at gera ov nógv um seg. Eygu míni fordjúpa seg í stjørnuhimmalinum og eg minnist aftur á farna árið. Eg hyggi at urinum, ið boðar frá, at klokkan hevur sligið 00:00. Eg hoyri rakettirnar skjóta upp frá. Eg blunki nakrar ferðir og síggi tær tær gleðiligu løturnar í farna árinum skyggja, sum brennandi ljós fyri mær, á náttarhimlinum. Ein nýggj rakett verður skotin uppfrá og spreiðir seg sum tár á náttarhimmalin. Eg hugsi um syrgnu løturnar síðsta árið, ið tyngir mítt hjarta. Tað kennist sum brestur rakettin nakrar hjartastreingir í barmi mínum. Eg stilli meg tættari mammu, sum leiðir babba. Eg eygleiði teirra smíl í ljósunum frá rakettunum. Eitt nýtt ár er byrjað.

 

Nýggjár

.

 

Tætt við standa nakrar ungar gentur og práta. Tær skelva av kulda, men ikki vilja tær koyra hettuna á høvdið, tí tað hevði oyðilagt krúllurnar og nýggjárs-smyrslið. Sum krútið brestur, fái eg bert avskornar tónar sendandi frá ljómandi røddum teirra. Eg skilji, at tær kákast um nýggja árið, ið liggur fyri framman. Við eitt letur í einari, við reyðdæmdum krúllum: “Hvussu við nýggjárslyftum?” Hugskot teirra festa skjótari í enn fjúsini:

“Leggja av… klænka meg… venja meira…  finna mær ein sjeik… spara… lesa meira… ferðast meira… læra eitt hvørt nýtt… fáa skil á… vera sunnari… ikki eta bomm… ikki brúka nógva tíð á Facebook… Royna okkurt nýtt…”

..

So hvørt sum hugskotini verða skotin, umrøða tær tey væl og tosa um at seta sær fyri, standa saman og veruleikasans. Eg havi hug at smílast, sum eg síggi tær vera so ágrytnar og eldhugaðar. Hugsi við mær sjálvari, at skotini tykjast meira sum nýggjárs-ynskir og ikki nýggjárs-lyftir. Eg undrist, og hugsi við mær sjálvari, at mong av hesum ynskjunum eru væl meint, men orsøkin er mangan skeiv. Google segði mær júst í gjár at 92% av øllum nýggjárslytum fara í fyri sjeyti.

.

Gud gav okkum okkara likam í føðingardagsgávu, og tað er víst okkara ábyrgd at taka okkum av tí. At tað fær rættan kost, svevur nóg mikið og at vit vísa tí umsorgan, við ikki at skera ella hungra tað. Einfalt, at vit vísa tí sunna virðing við at nýta vit og skil. Týdningarmikið er eisini at ansa sær, at likamið ikki verður ein sjálvstilbiðjan ella avgudur, ið forðar okkum trúgvandi at tæna Gudi.

.

Nýggjársbálið foysir nakað av sót frá sær og gløðurnar flákra langt upp til Himmalhválvið, meira gullittar enn stjørnurnar. Aldri havi eg gjørt nøkur nýggjárslyftir, men mong hava ynskini verið gjøgnum ár og dag fyri nýggju árunum, eg havi stigið inn í. Aftur í ár, havi eg upplivað ríku náði Guds á 365 dagar, í skjól og lívd hvønn dag, við hvørjum andadrátti og hjartaslátti. Ja, skjótt 21 ferðir 365, standi eg í skuld til mín náði ríka Skapara og Harra. Hvat meir kann eg ynskja mær, enn alt Harrin longu hevur givið mær?

.

Sum eg hoyri láturin frá gentunum kámast burtur, hugsi eg um, hvat eg átti at gjørt hettar nýggja árið. Hvør skal eiga hettar árið, mánaðin og dagin? Fyri, hvønn ynski eg at liva fyri í ár? Hvør skal eiga alla æru og tøkk, tá árið er at endað? Verður tað “Eg, mær og mín“, ella verður tað “Gud, Harrin og Hansaraheiður, tøkk og æra.” 

.

Eg eigi ikki ræði yvir degnum í morgin. Men dagin í dag og løtan nú er mær givin (Jákups.1,17). Gævið eg gav Gudi tað aftur, sum Hanna mamma Sámuel prest í Gamla Testamenti (1.Sám.1,11). Hanna bað um at fáa ein son, og lovaði at geva Gudi honum aftur í tænastu í templinum. Gav Gud mær og tær hettar árið við, gævið vit gjørdu sum Hanna og góvu Gudi tað aftur í tænastu.

.

Victor Danielsen skrivaði:

“Eg veit ei, hvat í morgin er,

í náði Gud tað ókent er; Hann elskar,

Hann eg líti á, á vegi Hans eg frið skal ná.”

Gott nýggjár!

 

Nýggjár

Skriva viðmerking