Dina syngur “Nærri, enn nærri” við sínum systkjum í Nerija á Skála tann 03/03/19.

 

NÆRRI, ENN NÆRRI

Nærri, enn nærr, hjarta títt til,

Frelsari, drag meg, har vera eg vil,

tak meg, áh, tak meg tætt í tín favn,

varða meg har í tí hvílunar havn!

 

Nærri, enn nærri! Einki eg kann

Jesusi bera sum offur til hann,

eina mítt hjarta, fátækt og ilt –

Andi og náði tín geri tað stilt!

 

Nærri, enn nærri, Jesus, til tín!

Verðin, sum lokkar og dregur til sín,

veri nú krossfest, deyð fyri mær,

at eg kann liva nú eina hjá tær!

 

Nærri, enn nærri! Liðin er brátt

øll henda langa og sorgtunga nátt;

so allar ævir veri eg har,

heima, mín Jesus, har heima hjá tær!

Skriva viðmerking