Vit lesa um náðigávurnar serliga í trimum kapitum í Bíbliuni. Rómbrævinum 12, 1.Korintbrævið 12 og Efesusbrævið 4. Eg vil viðmæla tykkum at seta tíð av at lesa hesar kapitlarnar. Í hesum kapitlum, tá náðigávurnar verða umtalaðar, verður tað nevnt í samband við sonnu samkomuna, sum er øll tey, sum hava sett sítt álit á Jesus til frelsu.
Í hesum kapitlunum leggur tú eisini merki til, at endamálið og ætlanin við náðigávunum eru fyri at tæna samkomuni og ikki sær sjálvum ella heiminum.
Hetta er annar partur av náðigávunum. Áðrenn tað var ein partur um samkomuna “Eru vit systkin“, sum hoyrir til hetta evnið.
.
Nú vit hava um evnið náðigávurnar, so skal eg líka minna á, at tað stendur ongastaðni, at vit muga kenna okkara andaligu gávur, áðrenn vit nýta tær ella tæna Gudi. Vit hava bert fingið boð um at brúka náðigávurnar.
.
“Alla pakkin” av gávum í tínum lívið
Tað finnast tríggjar sundurbýtingar av gávum í lívinum hjá einum og hvørjum trúgvandi. Alt hetta kann brúkast til at tæna við.
- Natúrligir eginleikar/evnir. Gudgivin við føðing, millum hesi bólka vit t.d. IQ, heilsu og styrki, tónleika eginleikar, lætt við at læra mál, tøkniligir førleikar, o.s.v.
- Tillærd evnir. Hesi kunnu t.d. verða at baka, seyma, koyra bil, læra eitt mál, læra at spæla ljóðføri, osfr. – Hóast vit mangan taka hesi evnir fyri givið, so eru tað nógv fólk, ið ongan møguleika hava at tilognað sær hesar førleikar.
- Andaligar gávur. Sum vit fara at tosa um í videoinum.
Ein og hvør trúgvandi eigur at seta seg inn í allar hesar gávur og eginleikar, sum Gud hevur givið honum ella henni. Við at javnan at hugsa um hvørjar eginleikar, talent, og gávur Gud hevur givið tær, kanst tú betur vita, hvussu tú kanst tæna Harranum.
Hin trúgvandi eigur at fyrireika seg at tæna Gudi, við at skerpa talentir, tilogna sær eginleikar, og arbeiða uppá náðigávurnar. At arbeiða uppá náðigávurnar merkir, t.d., um tú hevur fingið gávuna at læra, so inniber hetta eisini at tú granskar og studerar, soleiðis at tú ert førur fyri at læra. T.v.s. at hóast tú kanska hevur fingið náðigávuna at læra ella at undirvísa Guds orð, mást tú sjálvur arbeiða fyri at kenna innihaldið í tí, sum tú lærir í.
Og um tú hevur fingið gávuna at geva, so inniber tað at tú lærir teg at umsita pengar tínar rætt, (1. Kor 4:2) soleiðis at tú ert førur fyri at útinna náðigávuna at geva. Altso her er náðigávan at geva, men tú mást sjálvur eisini hava sjálvsdisiplin og hava skil í tí fíggjarliga heima hjá tær sjálvum.
Í Nýtestamentligum tíðum var tað soleiðis, at um tú hevði náðigávuna at evangelisera, so kravdi hetta at tú ferðaðist nógv til gongu, sum aftur kravdi, at tú hevði góða heilsu og styrki.
.
Hvussu skal eg arbeiða uppá mína náðigávu, um meg um ikki veit hvør hon er?
Andaligar gávur verða bæði funnar og mentar við at verða virkin, aktivur. Royndir geva okkum innlit í okkara eginleikar, og royndir kunnu menna eginleikarnar. Um tú roynir at finna tínar náðigávur, sig so ikki nei at tæna, sjálvt um tú ikki heldur, at hetta er akkurát nakað, sum er innan tínar eginleikar ella gávur. Kanska er hetta háttur Guds at fortelja tær um tínar eginleikar, gávur, sum tú møguligt ikki visti, tú hevði.
Um tú ert virkin og gert, hvat tú kanst, so fara aðrir møguleikar at vísa seg, sum fara at seta ljós á aðrar náðigávur, tú kanska ikki visti, tú hevði. T.d. tá ið vit fyrstu ferð møta Filip í Ápostlasøguni, síggja vit hann gevur út pening til neyðstødd og einkjur (Áp 6:5). Eg rokni ikki við, at Filip hevði sett seg niður áðrenn hesa tænastuna, fyri at hugsa um hetta veruligani var hansara náðigáva. Hann hugsaði uttan iva, at her var ein tænasta, og ein møguleiki at tæna, og hann tók møguleikan. Filip vísti trúfesti í hesari tænastu, hetta førdi við sær, at Harrin gav honum eina aðra tænastu, sum var at evangelisera fyri Samariubúgvum (Áp 8:5), og seinni fyri einum etiopiskum hirðmanni. Sum hann brúkti hesa náðigávuna gjørdist hann kendur sum Filip evangelistur (Áp 21:8). Men áðrenn alt hetta, var hann Filip, sum hjálpti einkjum.
Soleiðis var eisini við Stefanus, sum tænti við Filipi við at geva til einkjur. Stefanus var eisini fullur at trúgv (Áp. 6:5), og eitt gott vitni (Áp. 7:1-53). Trúfesti í einari tænastu leiðir til aðrar møguleikar.
Her hava vit eina talvu, sum Johann Petersen hevur sett upp. Her síggja vit nøkur boð, sum eru givin øllum, og nakrar náðigávur, sum eru givin summum. Tað áhugaverda er, at hóast vit øll ikki hava fingið allar náðigávurnar, so hava vit øll fingið somu boð. Vit hava fingið boð, hóast vit ikki hava fingið náðigávuna, tvs. at tað verður væntað, at vit gera nøkur ting, hóast vit ikki hava fingið samsvarandi náðigávuna.
.
Verð til reiðar at gera alt fyri Gud
Tað týdningarmesta er at verða til reiðar at gera alt fyri Gud. Tað er týdningarmiklari, enn at uppdaga sínar náðigávur. 4. Kapittul í Efesus er um náðigávur, og hesin kapitulin minnir okkum á at liva verdiga og við røttum prioritetum. Áðrenn Paulus snakkar við Kortintmenn um náðigávurnar í 1. Korint Kap. 12. So verður lagt út við einari áminning um at verða halgaði Gudi (1. Kor. 3:16; 6:19-20; 10:31). Rómbrævið Kap. 12 byrjar við eini áminning um at geva seg fult og heilt til Gud, í versi 1 og 2. Ein, sum ikki er halgaður Gudi og tilbiður, hann fer ikki at kenna allar teir eginleikar og gávur, Gud hevur givið honum. Hann fer heldur ikki til fulnar at kunna menna tær gávur, sum hann hevur funnið.
Sløg av náðigávum
Í N.T. verða umleið 20 náðigávur nevndar. Wauw! Ja heilar 20! Tær eru nevndar í 1. kor. 12 , Róm 12 og Efesus 4.
.
Í Ár 57 e.Kr. skrivar Paulus í 1.Kor. 12,4-11: “Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami. Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami. Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum. Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er. Soleiðis verður
- einum givin vísdómstala við Andanum, (ikki øllum)
- øðrum kunnskapartala – eftir sama Anda – (ikki øllum)
- øðrum trúgv – í sama Anda – (ikki øllum)
- øðrum gávur at grøða – í sama Anda – (ikki øllum)
- øðrum at gera kraftargerðir, (ikki øllum)
- øðrum profetagáva, (ikki øllum)
- øðrum at døma um andar, (ikki øllum)
- øðrum ymisk sløg av tungutalu, (ikki øllum)
- øðrum at útleggja tungutalu. (ikki øllum)
Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg.
.
Paulus heldur fram við einum øðrum lista í sama kapitli, 1.Kor. 12,28: “Og Gud hevur í samkomuni sett:
- Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar,
- fyri tað annað nakrar til profetar,
- fyri tað triðja nakrar til lærarar,
- síðani kraftargerðir,
- síðani gávur at grøða,
- at hjálpa,
- at stýra, og
- ymisk sløg av tungutalu.
Í 1.Kor.12,29-30 hevur Paulus aftur ein lista:
- Eru allir ápostlar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
- Eru allir profetar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
- Eru allir lærarar! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
- Gera allir kraftargerðir! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
- Hava allir gávur at grøða! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
- Tala allir í tungum! (Hetta er ein gáva vit hoyra nógv um, men svarið er aftur her, legg til merkis: nei, bert fáir. )
- Útleggja allir! (Svarið er sjálvandi: Nei, bert heilt fáir)
Eftir at Paulus her hevur sett upp tríggjar listar við náðigávum í eini ávísari raðfylgju, endar hann kapitul 12 við hesum orðum: – Men tráði eftir hinum størstu náðigávum! – Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg.” Á hesum listum, sæst tíðiliga, at Paulus roknar tungutalu millum hinar minstu náðigávurnar. Gev gætur, at tað stendur ongastaðni í Bíbliuni, at vit verða eggjaði til at tráa eftir tungutaluni.
.
Ár 60 e. Kr. skrivar Paulus í Róm. 12,4-9: “Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars. Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er
- profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv, ella – um tað er
- tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er
- lærari – eftir lærdóminum, ella – um ein
- áminnir – eftir áminningini!
- Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga!
- Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni!
- Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
- Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!.
Ár 62 e. Kr. kemur Paulus enn eina ferð við einum lista, sum er hansara seinasti. Ef. 4,11-16: “Og Hann gav okkum –
- nakrar til ápostlar,
- nakrar til profetar,
- nakrar til evangelistar,
- nakrar til hirðar og
- lærarar,
fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging, inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists. So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.”
.
Vit kunnu nú seta allar hesar listar saman til ein, og tá eru áleið 20 náðigávur. Tað er ikki so lætt at siga neyvt hvussu mangar náðigávurnar eru, tí í summum førum umskarast tær og møguliga er onkur ikki nevnd.
- Ápostlar
- Profetar
- Kunnskapartala
- Vísdómstala
- Hirðar
- Lærarar
- Áminnari
- Vera fyristøðumaður
- Stýra
- Evangelistar
- Døma um andar
- Trúgv
- Tænasta
- Hjálpa
- Geva
- Miskunna
- Býta út
- Kraftargerðir
- Grøða
- Tungutala
- Útleggja Tungutalu
Vit mugu hava í huga, at samkoman, ta fyrstu tíðina bert hevði Gamla Testamentið til vegleiðing, rættleiðing, uppbygging og troyst. Tað er ikki fyrrenn við endan av fyrstu øld e.Kr., at alt N.T. var skrivað. Og vit fingu alt Orð Guds samanlagt (Sálm.119,160). Tað er tí skilligt, at tørvur var á mongum ymiskum gávum í Nýggjatestamenti tíðini, sum kundu bera boðskapin beinleiðis frá Gudi til samkomuna.
.
Næstuferð:
Næstuferð um Gud vil, so fara vit at granska ”Ápsotlagávuna, profetagávuna og kunnskapartaluna.” Og um vit fáa tíð ”Kraftagerðir/undur, grøðing, at tala í tungu og at útleggja tungutalu.” Ella verður hetta ein partur 4. Takk fyri í dag, má Harrin signa orðini, sum søgd eru og signa tykkum sum hyggja.