THE VOW

 

Viðmæli av bók:

“The WOW” soleiðis læs eg altíð yvirskriftina á filminum fyrr “The Vow” ella Lyftið. Eg og mínar vinkonur tosaðu mangan um, hvussu góður hesin filmurin var. 

 

Filmurin snýr seg um eitt par, ið kemur út fyri eina ferðsluvanlukku. Konan fær skaða í høvdið og minnist ikki mann sín. Søgan snýr seg so um, hvussu maður hennara, Leo, roynir at vinna hjarta hennara aftur.

Ferðsluvanlukka

Hesin filmurin undraði meg. Eg hugsaði, wauw! Hattar er akkurát myndin fyri hvussu, Gud ynskir vit skulu elska, hvønn annan í einum hjúnarbandi. Í Efesusbrævinum 5 lesa vit um, hvussu Paulus heitir á kvinnurnar um at verða monnunum undirgivnar, og mennirnar at vera yvirgivnar Harranum:til deyðin tykkum skilir

“Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!” (Ef.5,22)

“Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana, (Ef.5,25) Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.” (Ef.5,28)

..

Wauw, hugsaði eg við mær sjálvari. Also simpulten ein hollywood-filmur um at vera trúgvur og elska tín maka, enntá tá hann ikki er førur fyri at elska teg. Hetta tykti mær undrunarvert og heilt undarligt, síðan flestu Hollywood filmarnir snúgva seg um ótrúskap. So eg fór á netið at kanna hendan filmin meira. Eg kom fram til at hann var bygdur á eina veruliga hending. Sum eg leitaði datt eg á eitt Youtube-video, har eg fyri fyrstu ferð møtti veruliga parinum aftanfyri søguna: Kim og Krickitt Carpenter. Vit eitt sigur Kim: 

…But I was still married to him, and I made a vo
w in good times and bad, in sicknes and in health.
And I made a vow before God, and that to me was a promise to keep. We figured we will have to figure this thing out… Divorce was never an option, I was going to be comitted to the vow that I had made and the promise I had made to
God
…” 

The vow true story

“Ha…? Bíða líka… var Gud við í hesi søguni?” Hugsaði eg. Knappliga lat ein nýggjur heimur seg upp fyri mær. “Sjálvandi var Gud aftanfyri hesa søguna!”, slóð tað meg.

Víðari byrjaði parið at snakka um ein bók, ið segði alla hendinga. Og ikki, sum filmurin tók teir bestu partarnar úr.

..

Nú eg havi lisið bókina fyri gott 1 árið síðani, og kann siga, at tað allar besta við bókini var at hon peikaði á Guds trúfesti. At Gud hoyrir, Gud sær og Gud svarar. Harvið at kærleiki er eitt val. Tað keðiliga er, at filmurin slett ikki avspeglar hesa stóru síðuna av Gudi. So les bókina. Bókin er fangandi og løtt lesilig.

Eitt brot úr bókini:Bókin the vow

God hasn’t forgotten you,” he says with a quiet confidence. “God will never forget you. He says he will never leave you comfortless, and He won’t. You can’t use Him up or wear Him out. Hang on to Him, Kim. He’s the most powerful force for good you have. He won’t forget you. So please don’t forget Him.” – The Vow, Kim og Krickitt Carpenter

Hendan bókin er ikki kraft ella orð Guds. Men eg trúgvi at slíkar bøkur og lívssøgur kunnu lata okkara eygu upp fyri, hvussu stórur Gud okkara er.

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3