Týdningurin av navninum Jesus (frelsari) greiðir frá, hví Hann kom til jarðar. Áðrenn Hann varð føddur, kom ein eingil og segði við Jósef, mann Mariu: “tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.” Matt. 1:21.
Týdningurin av orðinum “Kristus” er Tann Útvaldi. Sonur Guds var útvaldur og sendur av Faðirinum at koma til jarðar at gjalda fyri syndina hjá mannaættini, so at mannaættin varð skuldarfrí. Sonur Guds gjørdi hetta sjálvboðin, tí Hann elskaði okkum.
– Brot úr Emmaus Bíbliuskeiðinum Gyltir Lyklar frá 2017
Skriva viðmerking