Bíblian lærir, at Jesus hevur altíð verið til (Jóh.1:1). Men hví kom Jesus í heimin fyri 2000 árum síðan? Hví hevði tað so stóran týdning? Tað eru 6 orsøkir.

1. Fyri at umboða lýdni.

Fyrst menniskja, Adam, var ólýðin móti Gudi og syndin trongdi seg gjøgnum til alla mannaættina og skilti hana frá Gudi. Fyri at endurnýggja sambandið millum Gud og menniskja, sendi Gud Jesus í heimin. Hann bleiv føddur sum menniskja og livdi eitt lív uttan synd (Róm.5:18-19; 1.Kor.15:45).

So tá tú heldur jól, so minst til, at jólini snúgva seg ikki um jólamannin og at fáa gávur. Nei, tað snýr seg um at minnast, at Jesus Kristus kom í heimin at liva eitt fullkomið (perfekt) lív, uttan synd soleiðis, at Hann kundi bera tína synd á krossin og doyggja í títt stað. Soleiðis, at tú kundi vera bjargaður og fáa ævigt lív, um tú tekur ímóti gávu Hansara. Hetta er ein gratis gáva, sum er til øll menniskju. 

 

2. Fyri at vera offur ístaðin fyri…

Um Jesus ikki varð menniskja, so hevði Hann ikki kunna doyð í okkara stað. Hann hevði ikki kunna goldið skuldina fyri okkara synd. (Hebr.2:17) Gud er rættvísur, og fyri at kunna bjarga okkum, mátti Jesus roynast á sama hátt sum vit, (tó uttan synd), soleiðis Hann kundi gerast eitt nøktandi offur í okkara stað. 

 

3. Fyri at vera einasti millummaður millum Gud og menniskju

Tá synd kom í heimin, blivu vit menniskju fremmandagjørd fyri Gudi. Okkum tørvaði ein at endurnýggja samfelag okkara við Gud. Einans Jesus kundi hava hendan leiklutin. (1.Tim.2:5-6) Fyri at kunna endurnýggja samfelagið, mátti hesin millummaðurin vera 100% Gud og 100% menniskja, og bara Jesus uppfylti hesi krøvini. Jesus var nevniliga 100% menniskja og 100% Gud.

 

4. At vera okkara fyridømi

Jesus kom niður á jørðin at vera okkara fyridømi, fyri hvussu vit eiga at liva okkara lív her á jørðini. Okkara endamál sum kristin eigur altíð at vera, at ynskja at vera líka sum Jesus Kristus. (1.Jóh.2:6)

Livir tú títt lív sum Jesus livdi tað? (Hebr.12:1-2; Ef.5:1-2) Ert tú ein góður angi Kristusar? Vit eiga at spyrja okkum, sum vit liva okkara lív, hvat vildi Jesus gjørt í hesi støðu.

 

5. Fyri at hava samkenslu sum høvuðsprestur

Jesus fór gjøgnum nógva pínu og líðing, meðan Hann var á jørðini. Hevði Hann ikki verið menniskja, so hevði Hann ikki havt upplivað, hvussu vit hava tað í okkara líðingum. (Hebr.2:18; Hebr.4:15-16) Jesus hevur samkenslu við okkum og vit kunnu biðja til Hansara vitandi, at Hann skilir, veit, sær og hevur samkenslu við okkum.

 

6. Fyri at uppfylla Guds lyfti

Gud heldur altíð síni lyfti. Alt kring okkum broytist alla tíðina og er óvist, men Gud broytist ongantíð. (Orð.30:5) Jesus uppfylti umleið 300 profetiir frá Gamla Testamenti, og nøkur av teimum eru ógvuliga nágreinilig. T.d. eru yvir 20 profetiir, sum gingu út 24 tímar kring krossfestingina. Tað var profeterað, m.a.

  • At Jesus skuldi vera svikin av sínum lærusveinum.
  • At Hann skuldi vera falsliga ákærdur.
  • At Hann skuldi vera illa viðfarin.
  • At Hann fór ikki at hevna seg.
  • At Hann fór at vera avrættaður við brotsmonnum.
  • At Hansara hendur og føtur fóru at vera gjøgnumstungin.
  • At Hansara bein fóru ikki at vera brotin.
  • At teir fóru at kasta lut um kyrtil Hansara.

Gud gav hesi profetiir, hesi lyfti, fleiri hundrað ár, áðrenn Jesus kom í heimin, og tey gingu øll út. Øll 300. Jesus er lyftið, Messias/Kristus, sum skuldi koma at seta okkum í frælsi. (Jóh.10:10-11) 

Jesus elskar teg so nógv, at Hann valdi at doyggja í títt stað. Hann leið, so tú ikki skuldi líða. Alt Hann biðjur teg gera er, at tú velur at elska Hann og taka ímóti Honum sum tínum Harra og Frelsara.

Hetta er Hansara gáva til tín. Hetta er tí Jesus kom í heimin. Hetta er størsta undrið heimurin nakrantíð hevur upplivað og tað gevur kraftina at bjarga okkara lívið.

 

Lúka 21 Frelsari

Skriva viðmerking