Í dag er ein endursending frá jólakalendaranum 2018, har eg tosi um, hvussu vit kunnu sleppa undan jólasressi.
Kennir tú teg strongdan ella stressaða á jólum? Sum um tað ikki er nokk tíð at slappa av og bara njóta jólini? Kanska tú er ein genta, mamma ella omma? Kanska tú hevur uppgávur at skriva í skúlanum ella nógvar veitlsur og føðingardagar at møta upp til? Kanska, tað er bara tað dagliga stríðið sum uppvask, órudd og runa í gondini, sum kennist møðsamt hesa tíðina. Tú kennir tað, sum tíðin ikki strekkir til. 24 tímar eru ikki nóg mikið. Tú viðurkennir, at tú hevur jólastress og stríðist við jólares.