Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Eina náttina hevði eg ein dreym. Eg droymdi eg var ung og frísk, og var akkurát byrja aftur í skúla. Eg gekk dagliga í skúla og hevði ein glóð kring mítt andlit. Eg var úthvíld eftir summarferiuna og sólbrenda húðin gav smílinum eitt eyka pift.
Sum tíðin leið hevði eg nógv um at vera av skúlatingum, og Gud var ikki longur fyrsta raðfestingin í dagligdegnum.

.

Manglandi samfelagið við Gud fekk meg at ‘følna’ í dreyminum. Eg droymdi, at eg bleiv troytt av at smílast og tæna øðrum í dagligdegnum. Eg hevði ongan eldhuga ella vilja. Alt vegna, at Gud ikki hevði tað pláss í mínum lívið, sum Hann átti at hava. Eg droymdi at mín útsjónd broyttist eftir, hvussu mítt andaliga lív var innan. Hárið hvítnaði, bleiv slitið og húðin bleiv rukkugt og fór at hanga. Eg bleiv veik, bleik og hevði ikki longur dæmið av sólini. Eg skammaðist við mína útsjónd, og størsti ótti mín var, hvat mundu fólk fara at halda. So sjálvsupptikin var eg, at tað, ið hevði nakað at siga, var útsjóndin á likaminum og ikki standurin á andaliga lívið mínum.

 

Ein løgin dreymur

Ein løgin dreymur, mynd teknað av Dinu Bech.

 

Hetta var bert ein dreymur, men hetta er tann álvarsami veruleikin eg mangan detti útí í dagligdegnum. Eg blívi so upptikin av skúlanum og dagliga resinum, at mítt personliga samfelag við Gud verður ikki røkt. Tað er Hann, ið motiverar meg hvønn dag. Tað er Hann, ið gevur mær tol og frið. Uttan Hann, so følni eg, akkurát sum í dreyminum. Vinir mínir og menniskju, ið eg umgangist, koma nokk ikki at síggja tað á útsjóndini, men tey koma at merkja tað á atburði mínum.

.
Sum tær persónligu løturnar við Harranum eru signaðar. Tær geva mær ein frið, trygdleika, kærleika, gleði og nøgdsemi, sum einki annað kann. Tað eru hesar løtur, ið klæða meg við styrki og heiður og gera, at eg kann ganga við smíli fram móti hinum komandi tíðum. ❤️

Les: (Orð.31,25)

Skriva viðmerking