Hvat vil Gud hava hin trúgvandi at gera? Hvat er vilji Guds?

Gud vil hava trúgvandi at lesa Bíbliuna og akta og fylgja tí hann lesur. Heilagi Andin, sum býr í tí trúgvandi hjálpir tí trúgvandi at skilja Orð Guds. Tá tey akta tað, blíva tey meira sum Jesus. Tey fara at ynskja at onnur eisini skulu koma at kenna Jesus. Tey ynskja at gera væl. (4.Mós.15,40Róm.12,4)

 

Er tað í lagið fyri ein trúgvandi at fara í dans, roykja, drekka, fara á festival, gera yoga, hyggja eftir serium. Hvat kann hin trúgvandi like’a og tagga fólk í á Facebook?

Mong ung trúgvandi eru órógvað av hesum spurningum. Tey finna ávísar gerðir og atburðir, sum tey vita ikki eru rætt og annað, sum tey ivast í. 

Tað stendur í (Róm.6,14-15): at “vit eru ikki undir lóg, men undir náði”, men vit halda boð Hansara, tí vit elska Hann (1.Jóh.5,3). (Jer.31,3). Náði og frælsi, merkir ikki, at vit kunnu gera sum vit vilja. Men tað merkir, at í Harranum finna vit eitt frælsi. Eitt frælsi frá synd og eitt frælsi at tæna Gudi. (2.Kor.3,17)

 

Lat meg siga tær ein søgu

Ímynda tær, at eitt livandi og eitt doyggjandi súrepli standa og práta. Livandi súreplið verður hugtikið av tí doyggjandi. Tað tímir ikki longur at fáa ljós og vatn, men vil heldur sleppa at njóta tað tað doyggjandi súreplið hevur at bjóðað. Varnast tú hvussu býttisligt tað er og hvussu illa fyri tað livandi súreplið verður? Tað livandi súreplið og tað doyggjandi eru grundleggjandi øðrvísi. Eitt livandi livir og hitt doyggjandi er við at doyggja. Jah, soleiðis er eisini við okkum. Vit, ið eru frelst/trúgvandi, hava fingið eitt nýtt lív. Vit eru set til síðis at njóta tað góða Gud hevur at bjóðað. Lesa Hansara orð so vit kunnu vaksa og mennast og blomstra fyri Hann.

.

Í hesum videoinum fari eg at vísa tær á 7 vegleiðingar, soleiðis at tú kanst avgera, um tú eigur at luttaka í og gera hesi tingini, sum tú ivast í. 

1. Hav í huga, um hetta dýrmetur Gud og tú kanst biðja Gud signa tað tú gert í góðari samvitsku! Í 1.Kor.10,31 lesa vit: “…hvat tit gera, so gerið alt Gudi til dýrd!

2. Spyr um tað er “av heiminum?” Um tað passar, so er tað ikki “av Kristusi.” (Jóh.17,16). Jesus var í heiminum, men Hann var ikki av honum. (1.Jóh.2,15-17)

3. What Would Jesus Do? Tú kanst spyrja: Vildi Harrin havt gjørt tað? Jesus læt okkum Hansara egna fyridømi eftir, sum vit kunnu lesa um í Bíbliuni, sum vit eiga at fylgja. (1.Pæt.2,21)

4. Hevði tú dámað at gjørt hetta, tá ið Harrin kemur aftur? Ein góð meginregla er: “Ger ikki nakað, sig ikki nakað ella far ikki nakrastaðni, sum hevði fingið teg at skammast, um Jesus skuldi komið“. (1.Jóh.2,28)

5. Kennir tú teg frælsan at gera hettar, tá tú veitst, at Heilagi Andin býr í tær? Ja, har tú fert, har fer Jesus, sum býr í tær, við. So hevði tú farið har ella gjørt hetta, um Jesus gekk sjónligur við tína lið? (1.Kor.6,19; Ef.4,30)

6. Hvørja ávirkan vil atburður tín hava á onnur? Spyr teg sjálvan, um hettar oyðileggur títt kristna-image. (1.Pæt.3,17; 1.Pæt.2,15) Hugsa um, um hetta verður ein góður vitnisburður fyri hinum ófrelsta, ella um tey fara at hugsa, at eingin munur í veruleikanum er millum trúgvandi og vantrúgvandi? (2.Kor.5,17). Hugsa eisini um, um tú við hesum kanst fáa ein ungan í trúnni at fella? Paulus ávarar og sigur, at eingin má vera til ástoyt fyri bróður/systir sína. (Róm.14,13)

7. Ein góð meginregla er eisini, at um tú ivast, so ger tað ikki og heldur bíða, til tú ert vorðin fullvísur. Tí tað stendur: “Hann, ið ivast er dómfeldur” og “Alt, ið ikki er av trúgv er synd.” (Róm.14,23)

.

Minnis ørindi:

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!” (Kol.3,23)

 

Til tess at kunna tæna Jesusi av hjarta, so má Jesus vera centrum ella miðpunktið í okkara lívið. Okkara lívi má vera Jesus-centrera. Tá Jesus er centrum, tá sleppur Heilagi Andin at virka í okkum, og gera orð Guds livandi. Og tá Orð Guds verður livandi fyri okkum, tá sæst vøkstur í lívi okkara.

Skriva viðmerking